Gøtudalur

Í hesum døgum er nógv virksemi í Norðagøtudali.Grivið verður út fyri nýggja sentrinum, sum kemur at húsa ymiskum virksemi.

Tað er nógv sum bendir á at Norðagøtudalur kemur at verða sentrum í komandi Norður Føroyum.Tað  undrar, at einki verður tosað um tunnil yvir í Skálafjørðin. Hesin  tunnil er helst mest skilagóða íløga sum gerast kann í vegakervið í  dag. Klaksvíkin – Fuglafjørður og Gøturnar koma við hesum tunnli at hava  nógv betri/bíligari (cost benifit)farleið.

Tunnilin kemur at binda Føroyar eystur og vestur/norður og ikki bert ein blind fokusering uppá høvuðsstaðin.Tað  sum hendir í Gøtudali í dag er ein staðfesting av fólki sum torir at  satsa.  Polittikarum sum eiga visiónir, og duga at síggja fram í tíðina, og samstundis eru taktiskt skilagóðir.Tað er mangt sum bendir  á, at her í Gøtudali fara framtíðar avgerðir at verða tiknar fyri eystur  Eysturoy og kanska øllum eystur Føroyum.

Enn er tað: runa, grót og evja sum myndar Gøtudal.  Komandi ár fara visiónirnar at spretta.
Í Føroyum grør seint – – hevur tú tol so sprettur umsíður.

 

[17.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]