Tann 1. februar í ár varð fyrrverandi sóknarpresturin, Uni Næs, innsettur sum Dómpróstur Føroya. Hann hevði tá røkt kallið við bústaði í Fuglafirði í 10 ár.
Embætið varð lýst leyst, og tvær umsóknir komu. Á hesum sinni vóru lýsingarnar orðaðar á ein slíkan hátt, at tey, ið kundu taka við kallinum um ársskiftið, vóru vælkomin at søkja.
Kirkjuráðini fara einaferð í juli mánaði at taka endaliga støðu til umsóknirnar. Valla kemur nýggjur sóknarprestur til Fuglafjarðar fyrr enn um ársskiftið. Tess vegna hevur biskupur í samráð við kirkjuráðini heitt á Niels Paula Danielsen um at røkja Fuglafjarðar prestagjald frá 1. juli – 31. desember 2010.
Niels Pauli Danielsen hevur annars røkt kallið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjald í 3,5 mánaðir, meðan Sonja Klein hevur verið í lestrarfarloyvi.
[23.06.2010 – Jóhan Heri Joensen]