Varmakeldurøðan hjá Dagfinni

Fleiri eru óivað sum ikki kundu verða heima á Varmakeldu, men fegin vilja fylgja við.

Vit hava fingið røðuna sum Dagfinnur Danbjørg helt sunnudagin 04 juli 2010, og leggja vit hana við gleði út á síðuna

Varmakeldustevna – 04.07.10

Gott fundarfólk – góðu fuglfirðingar og annars allir varmakeldugestir.

Gamal  siður hevur verið at komað saman á Varmakeldu á gomlu Jóansøku náttina millum 3. og 4. juli. Orsøkirnar vóru fleiri, men tær týdningarmestu vóru at søkja sær heilsubót og eydnu í samlívinum.

Og at styrkur  hevur verið í heitum kelduvatni – og øðrum vatni við – hevur verið fatanin kring allan knøttin og millum flest øll fólk – heidnum sum kristnum.

Tí at sól og vatn góðu og geva lív hevur verið kent frá aldarinnar morgni.

Sólin  fekk gudastatus og varð tilbiðjin. Egyptarar høvdu millum aðrar gudar eisini sólgudin Ra, – og fyri at fáa sólina aftur á hvørjum ári offraðu inkaðarnir í Suðuramr. nakrar vakrar óskyldigar ungar kvinnur á hvørjum árið til teirra gudar. Uttan offring – eingin sól – einki lív, tað vóru teir vísir í. Og spaniólum nýttist tí bert fáar menn fyri at yvirtaka stóra og stolta Inkaríkið, tí teir kendu til sólarmyrkur og biltu inkaðunum inn, at teir kundu taka sólina frá teimum ein ásettan dag, og tá inkaðarnir sóu, at tað sá soleiðis út, góðu teir teimum landsins leiðslu og ríkidømi -tí uttan sól vistu teir varð alt til fánýtis álíkavæl.

Og fólk hava leita sær á hægstu fjøll fyri at bjóða sólini vælafturkomna.

Hvønn  týdning sólin spælir í kristnum samanhangi síggja vit eisini í Jóansøku- og jólahaldunum, har Johannus doypari hevur fingið summarsólstøðuna og Jesus vetrarsólstøðuna. Eingi ivi um, hví so er.

Og vatnið hevur – eins og sólin – lívið í sær.

Uttan vatn einans oyðimerkur.

Regngudar  – eins og sólgudar – eru kendir, og fólk einamest í Afrika hava roynt at trumma regnljóðið fram fyri at fáa tað at regna.

Í okkara tíð økja menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar oyðimerkurnar og kríggjast verður um vatnið.

Vit vita eisini, at Heimsins fyrstu civilisatiónir byrjaðu har vatnið streymar í stóru áunum m.a. við:

Eufrat og Tigris – har sagt verður, at Edens Havi skuldi liggja við Nilánna við Yangtzikiang og Hwangho í Kina og við stóru áirnar í Suðuramriku. Har indiánarnir búleikaðust.

Og  vit vita eisini, at vísindin í okkara tíð arbeiðir við at fáa planta ein nýggjan Adam og eina nýggja Evu á eini jarðarlíknandi klótu úti í rúmdini, so menniskjan kann halda áfram harúti, eftir at hon hevur oyðilagt livilíkindini á hesu okkara einastu og kærastu klótu. Men høvuðstreytin fyri at projektið skal eydnast er, at teir finna vatn.

So lív, ljós og vatn hanga og hava hingið óloysiliga saman.

—————-

Í  Bíbliuni hoyra vit um mannin, sum í mong ár hevði ligið klárur til at røkka vatninum til røttu tíð fyri at verða grøddur, men sum ongantíð slapp framat.

Hann varð tó grøddur á annan hátt, sum vit vita.

Jóhannes  doyparin, ið Jóansøkan er uppkallað til minnis um, brúkti vatnið úr Jordanánni, meðan indarar brúktu og brúka Gangesánna sum grøðandi keldu.

Læknavísindin  var á einum sera lágum støði, so tað kom væl við, um onkur kundi verða grøddur á einhvønn hátt, sjálvt um eingin kundi greiða frá, hvussu hetta hekk saman. Og eydnan var heldur ikki – tá í tíðini – altíð at líta á, so eydnuvatn var ikki til at forakta. Tann, ið lítið veit, trýr mongum, og við hvørt gevur eisini yvirtrúgvin góð úrslit.

Christopher Michal Olsen,
krambakallur í kongaligaeinahaldilsdeildini í Klaksvík skrivar í sína dagbók 5. juli í 1842: At koma saman – at halda stevnu er gamalt. Og í gomlum døgum komu fólk saman – eins og nú – bæði í álvara og í gaman.

Varmekilde

Igaar,  Klokken 8 om Aftenen, reiste vi til Varmekilde, Klokken halv ti var vi der, der var temmelig meget folk. Min søster Line, var også der; hun kom ikke direkte fra Thorshavn; men fra et Besyg i Sundelauget. Fra Klokken 12, til Kl. 2½, da vi reiste hjem igjen, var der af og til Regn og blæst, saa at det for Fruentimmerne ikke var behageligt vejr.”

Og Poul Klein skrivar m.a. Í endurminningum í “Fornminni”í 1878 um Varmakeldu:

“Ja,  heilsugóður, óspiltur unglingi hevur heitar kenslur og kanska tvífalt, tá ið hann fyri stuttum í Varmakelduveitslu, gomlu Jóansøkunátt, hevur fingið elskhug til ungmoy úr eini grannabygd, sum hann heldur seg hava vissu um at hava gott eyga á sær, og sum hann hevur drukkið vatn saman við úr teirri heilsubøtandi Varmakeldu.”

So hví ikki royna? Tað skaðar so ikki.

Í  vetrarhálvuni funnu fólk saman fyri at kvøða. Og annars hittist tey í brúdleypum og í grind, og tá kundu tey frætta nýtt og kanska møta onkrum, ið mann fekk gott eyga á.

Tá eg var barn síðst í -40’unum  og fyrst í 50’unum var støðan lítið øðrvísi enn í gomlum døgum: fá lurtitól – eingi tíðindabløð – einki Útvarp ella Sjónvarp – einki telefonsamband millum oyggjarnar, so avbygdafólk vóru altíð vælkomin
m.a. tí tey vistu okkurt nýtt.

Stevnirnar tá vóru: Jóansøka og  Ólavsøka og aðrar vóru á veg m.a. Varmakeldustevna. Hesar stevnur høvdu umframt gamla innihaldið – um at koma saman – eisini kappingartiltøk so sum at rógva um kapp og at spæla fótbólt – men eisini togtugan og dans – bæði føroyskan og enskan – vóru vanlig. Stevnurnar hava sostatt verið til miklan gaman, sum fólk til allar tíðir og allastaðni hava nýtt sum neyðuga hvíld og upplading frá dagliga trummirumminum. Men tær hava eisini verið góðar móti innavli, sum fólk longu tíðliga funnu út av kundi fáa óhepnar fylgir fyri eftirkomararnar. Fólk møttist og møtast og søtur tónleikur verður til.

Stevnurnar í dag hava sera fjølbroytt  innihald, og situr peningapungurin heldur leysur í lummanum, so kunnu bæði vaksin og børn fáa nøkur góð og varandi minnir frá stevnudøgunum. Harumframt kann mann eisini á tann hátt stuðla ymsum frítíðaraktivitetum, sum koma bæði børnunum og teimum ungu sera væl við. Sostatt eru stevnurnar bæði gagnligar og undirhaldandi.

Fyrst í  50’unum fór eg norðureftir. Eg fór úr Porkeri til Vágs og síðani við Smyrli av Vági á Tvøroyri til Hvalbiar og Sandvíkar til Skálavíkar og síðani til Havnar. Aftaná at hava sovið í Havn gekk túrurin við Trónda inn á Toftir og víðari við bili til Leirvíkar. Úr Leirvík varð farið við báti til Klaksvíkar. Á veg til Klaksvíkar sá eg nøkur hús longri norðuri, og eg trúi næstan ikki mínum egnu eygum – so norðarlaga kundi eingin búgva – so eg spurdi pápa mín, hvat tað vóru fyri hús eg sá, og hann smíltist bara og segði Fuglafjørður. Tað var fyrstu ferð eg bar eyga við hesa sera vøkru bygd, sum vit í dag halda Varmakeldustevnu í. Tað skuldi ganga 30 ár, áðrenn eg – eftir nógvar umvegir – kom aftur til Fuglafjarðar sum lærari – og nú eru so aftur liðin smá 30 ár síðani eg byrjaði arbeiðið í Fuglafirði. Eg havi ikki verið nakrastaðni eins leingi, sum eg havi verið her. Hesin vakri staður við teim blíðu og fyrikomandi fólkunum hava fingið heiðursplássið í hjarta mínum. Havi eg
verið burturi í styttri ella longri tíð, so frøist mítt hjarta, tá Fuglafjørður dagar undan, og eg kann koyra síðsta stykkið heim. Tí Fuglafjørður er eisini vorðin heimstaður mín.

Við vón um eina  væleydnaða Varmakeldustevnu í hesu avbera vøkru bygd farið eg at heita á tykkum øll um at stuðla Erlu og syngja sangin Fuglafjørður saman við mær.

Tøkk fyri at tit møttu og lýddu á.

Dagfinnur Danbjørg.