Ung kvinna prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi

 

Kallið  sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi varð herfyri lýst leyst at søkja. Ætlanin var, at embætið skuldi verða sett nú í summar. Starvslýsingin varð orðað soleiðis, at umsøkjarar, ið kundu taka við kallinum um ársskiftið 10/11, vóru vælkomin at søkja.

Týsdagin  6. juli komu kirkjuráðini í Fuglafjarðar prestagjaldi saman í Elduvíkar kirkju, har ein av umsøkjarunum helt royndarprædiku. Ein góð gudstænasta í eini vakrari kirkju úti á bygd. Eftir gudstænastuna var samvera í skúlanum, har borðreitt var við góðum viðskera.

Endamálið  við hesum átaki var at læra hvønn annan at kenna. Kirkjuráðini hittu ein møguliga komandi prest, og  umsøkjarin møtti teimum, ið varða av kirkjunum í økinum. Ein góð og gagnlig skipan, ið er væl kend í londunum
rundan um okkum.

Umsøkjarin, ið talan er um, er Anne Mette Klemensen. Hon er dani, men kennir væl føroysk viðurskifti.

Á  kirkjuráðsfundi hósdagin 8. juli innstillaðu kirkjuráðini omanfyri nevndu til kallið sum sóknarprestur. Hon verður gudfrøðingur nú í summar og fer síðani á Pastoralseminariið.

Tað er landsstýriskvinnan í  mentamálum, ið setir sóknarprestarnar í fast starv. Tá tey formligu viðurskiftini eru avgreidd, tekur Anne Mette Klemensen við embætinum 1. januar 2011.