Felags stokkakvøld í Mentanarhúsinum 19. febr. kl. 19:00
Leygardagin 19. febr. kl 19:00 koma bindiklubbarnir í Fuglafirði saman til eitt felags stokkakvøld, har ymiskt verður til undirhald.
Skráin er hendan:
Felagssangur: Stokkar glinta – Petur Martin Petersen
Frits bjóðar vælkomin – Neyð lærir nakna kvinnu at spinna
Gentukórið gamla syngur: Vøkur er verðin, Sóljan, Tað brenna túsund ljós
Randi Sigurðsdóttir Vang, døturnar og Jónhild Johannessen hugleiða um samljóð og samvirðir
Mathilda Abrahamsen tosar um tann elsta bindiklubban í bygdini: Myndir sýndar frá hesum bólki.
Ein lítil skemtileikur um ein gulan bil, húsarokk og ein gráan ford: Mimi Steintórsdóttir, Kristina Joensen, Frits Johannesen og Niels Midjord.
Steðgur, fáa ein góðan “Stokkakvøldabita”
Gentukórið gamla syngur: Blackbird, At the River og Í Mánalýsi
Myndir og frásagnir frá ymiskum stokkakonum um teirra bindiklubba: Judith Olsen, Begga Vang, Annbjørg, Áshild, Nicolina Toftegaard, Davis Midjord, Osla Mohr og Unna Næs
Poul Jakku Lundsbjerg spælir Harmoniku
Sjúrður Skaale heldur talu fyri stokkakonunum
Gentukórið gamla syngur: Tú lítla strá, Måske en Martsnat, Vøgguljóð og Vár