Ársveitslan hjá Fuglafjarðar Sjónleikarafelag verður í Mentanarhúsinum 20. oktobur 2006.
Húsið letur upp kl19.00
Borðhaldið byrjar kl 19.30
Borðreitt verður við forrætti, døgurða og dessert. Møguleiki verður eisini at keypa úr barrini.Heri Jacobsen undirheldur og felagssangur verður til borðhaldið.
Veitslan er fyri limir við maka.
Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg.Kostnaður fyri alt kvøldið er kr. 200,- pr. persón.
Tilmeldan í seinasta lagi tann 18. oktobur 2006 á tlf.744012 (Kristianna Jacobsen)
[17.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]