Nýggj 65 metra lang djúphavn verður nú gjørd í Fuglafirði
Fuglafjarðar kommuna hevur samtykt at gera eina 65 metra langa djúphavn. Kostnaðurin er 13,5 milliónir krónur. – Harvið eru fortreytirnar fyri eini oljuhavn til tungolju til staðar, og harumframt eru ætlanir um at gera eina 200 metra langa arbeiðshøll inn í fjallið, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði.
Articon átti lægsta tilboðið, og tí verða tað teir, ið skulu gera nýggju havnina í Fuglafirði, ið er 65 metrar long og 14 metrar djúp. Teirra tilboð ljóðaði uppá 7,2 milliónir krónur. Kommunan ger ein part av arbeiðinum sjálv, so samlaða rokningin verður 13,5 milliónir.Við nýggju djúphavnini eru fortreytirnar til eina komandi oljugoymslu til tungolju til staðar, men borgarstjórin í Fuglafirði sær størri møguleikar í nýggju havnini. Eftir ynski frá trolvirkinum Vónini hevur kommunan ætlanir um at gera ein 200 metra langan, 16 metra breiðan og 14 metra høgan tunnil inn í fjallið, skamt sunnan fyri nýggju havnina. Tunnilin skal Vónin nýta til arbeiðshøll.
[04.05.2006 – Jóhan Joensen]