Jóhan Heri Joensen

Jóhan Heri Joensen, formaður í standmyndanevndini greiður frá arbeiðinum í standmyndamálinum.

Sum  formaður í standmyndanevndini fari eg at bjóða øllum hjartaliga vælkomin til hesa hátíðarløtu, nú standmyndin av Victor Danielsen fer at verða avdúkað. Fyrst vil eg greiða eitt sindur frá um gongdina í standmyndamálinum:

Sjálvur sat eg í býráðnum frá 1996 – 2004Í hesum tíðarskeiði varð eg formaður í Mentamálanevndini, sum tá eisini hevði sosialmál undir sær.
Sjálvandi  hevði skúli, barnaansing og eldrarøkt fyrsta prioritet, men afturat tí var hugburður mín at fríðkanin av býnum skuldi lyftast uppá eitt hægri støðið. Byrjað varð við stoyptu myndini, sum fest varð á endaveggin á bønhúsinum á Hellunum í 1999, táið Hellurnar fyltu 150 ár. Eftirfylgjandi vóru skulpturarnir í bátahylinum uppsettir í juli mánaða 2004.
Henda  gongdin við at fríðkað um býin, skuldi halda fram, og listin skuldi við inní gerandisdagin, samstundis sum hugnalig smátorg eisiini skuldu prýa um.Fuglafjørður skuldi verða ein góður vakur býur við einum hugnaligum umhvørvið.

Vakra  torgið við Mentanarhúsið varð í gerð, og heimi við krossin høvdu vit eitt innbjóðandi øki júst til hugsaða endamálið. Økið varð – hettar – her vit standa – har gamla Siloa stóð, tað segði seg tí sjálvt at minnisvarðin sum reisast skuldi átti at verða av mentamanninum Victor Danielsen.

Á býráðsfundi 22 nov. 2002 varð samtykt at avseta pening til standmynd ,og hildi varð áfram í árunum 2003 og 2004.

Sum kunnugt so fór eg úr býráðnum til seinasta val.

Tá  tók býráðið avgerð um um at seta eina nevnd til at taka sær av málinum framyvir, og varð eg biðin um at koma í nevndina og føra arbeiði víðari. Í nevndina vóru eisini valdir Ditlev Róin og Øssur Mohr. Nóg mikið av peningi varð nú avsettur, so farast kundi undir arbeiði.

Vit  í nevndini settu okkum í samband við myndamannin Hans Paula Olsen, sum straks játtaði og kom við ymsum uppskotum sum til síðst endaðu í tveimum modellum, sum vit skuldu taka støðu til. Hvørt var betur enn annað, men
tey vóru sera ymisk – avgerðin varð trupul, vit valdu umsíðir tað mynd sum vit um eina løtu fara at avdúka.

Arbeiði gjørdist drúgvari  enn av fyrstantíð ætlað, men eg vil vegna nevndina siga, at gjørt varð tað sum lá í okkara makt fyri at fremja verkið, og vil eg samstundis takka Ditlev og Øssuri fyri eitt sera gott samarbeiði.

Hans Pauli  hevur í hesi standmynd evnað mentamannin Victor Danielsen, sum her á økinum kemur at bjóða fólki vælkomið til Fuglafjarðar, og samstundis minna okkum á ein teirra sum varð við til at bróta slóð fyri føroyska málinum. Eisini vil myndin koma at minna okkum á tað mál hann setti sær í arbeiði sínum.

Eina tøkk vil eg eisini bera teimum sum fíggjarliga stuðlaðu tiltakinum.

Til  endan vil eg vegna nevndina lesa fyrsta og síðsta ørindi úr yrking sum megnarskaldið Poul F. Joensen skrivar um Victor á kyndilsmessu í 1961.

 

Eg virði teg hátt, tú ein stríðsmaður var,
sum alt gav fyri hugsjónir tínar,
eg fati teg væl, tó eitt bládýpi var
millum hugmyndir mínar og tínar

Eitt, stórmenni, apostul og skald
við tær av fold er farið,
tú bíbil og sálmabók føroyingum gav,
tær verða tín minnisvarði!