Sjálvdráttur?

Fyrr í summar varð arbeiðsskúrurin hjá grótlagara og co. fluttur heim í Gjógvarátún. Hugagóðir, sum altíð, arbeiddu hesir báðir í ánni í nakrar dagar, men brádliga kom steðgur í.

Mong munnu tey verða sum hava undrast yvir hví steðgur kom í. Tosað  varð um kommunustýrislim sum arbeiddi í heimildarloysi og annað mangt.  Men hettar vóru bert leysir pástandir sum sveimaðu í leysari luft.Um hugt verður eftir almennu fundarfrásøgnini frá býráðsfundi nr 12/2006 28. septembur 2006, so byrja teir sveimandi pástandirnir at fáa fast undir fóti.Fundarfrásøgnin er at finna á www.fuglafjordur.fo

mál nr. 52:
Skriv frá Signari á Brúnni um laging á Oyruni

Meðan hettar mál verður viðgjørti, fer Jan Toftegaard av fundinum.  Býráðslimur hevur bert loyvi at fara av fundi, um hann er ógegnigur í málinum sum verður viðgjørt.

Her er í øllum førum okkurt sum luktar av heimildarloysi.

 

[27.10.2006 – Jóhan Heri Joensen]