Ein leinkja er at finnast ovast til høgru sum kallast “Stava Føroyskt”
Leiðbeining
Skriva tekstin sum skal rættlesast í rútin. Tað ber eisini til at innseta tekstin frá klippiborðinum.
Trýst síðan á Kanna tekstin-knappin.
Hvussu verður teksturin rættlisin
Teksturin verður lisin orð fyri orð og hvørt orð samanborið við ein lista við uml. 420.000 orðum. Finst orðið ikki í listanum verður tað roknað sum skeivt stavað.
Hesi orð verða umlopin:
- Orð sum eru styttri enn 3 tekn.
- Orð sum byrja við stórum og standa standa mitt í einum setningi.
- Orð sum byrja við stórum og standa fremst í einum setningi og har KvikkStav ikki hevur nakað uppskot um hvussu orðið skal stavast.
Rætting av teksti
Har ið KvikkStav ikki kann koma við nøkrum uppskoti um hvussu orðið skal stavast, stendur orðið í einum rúti har til ber at skriva rættingar. Hevur KvikkStav nøkur uppskot, kunnu tey veljast úr einum lista. Ókenda orðið stendur ovast í uppskotslistanum frámerkt við * aftanfyri orðið.
Trýst á Vís rættaðan tekst-knappin fyri at síggja rættaða tekstin. Tey orðini sum eru rættað verða víst við grønari, feitari skrift.
Við at trýsta á Vís sum tekst-knappin ber til at rættalesa tekstin av nýggjum.