Mentamálanevnd kommununar skipaði tann 09. november kl. 19.30 fyri almennari hugnaløtu í Mentanarhúsinum í sambandi við at urtagarðskappingin 2006 varð lokin. Dómsnevndin hevði gjørt sítt arbeiði og varð komin við sínari niðurstøðu um vinnarar vm.
Fundurin byrjaði við, at Dánjal Vang, formaður í mentamálanevndini beyð teimum møttu vælkomnum og hevði stutta afturlítandi røðu, somuleiðis sum hann las upp eina hóskandi yrking í sambandi við slíkt hátíðarhald.Kristine Ellingsgaard, forkvinna í dómsnevndini greiddi frá arbeiðinum hjá nevndini, og eftir hetta vórðu skreytbløð handað 30 urtagarðseigarum saman við plantu. Síðan vórðu virðislønir handaðar teimum 4 bólkunum, sum urtagarðskappingin umfataði.Vinnarar í bólki 1: Reint og ruddiligt á økinum rundan um sethúsini´eru:
Nr. 1: Semina og Eyðfinn Jacobsen, Kambsdalur
Nr. 2. Marna Olsen, Fuglafjørður
Nr. 3: Marjun og Tórur Olsen, Fuglafjørður
Vinnarar í bólki 2: Vakran blómugarð:
Nr. 1: Tordis og Beinir Nolsøe Olsen, Kambsdalur
Nr. 2: Katrin og Jaspur Hjelm, Fuglafjørður
Nr. 3: Rita og Jóhan Larsen, Fuglafjørður
Vinnarar í bólki 3: Reint og ruddiligt á økinum rundan um sethúsini og vakran blómugarð vóru:
Nr. 1: Gunnvør og Signar á Brúnni, Fuglafjørður
Nr. 2: Vilborg og Johan Ellendersen, Fuglafjørður
Nr. 3: Gunnleyg og Jón Nolsøe Olsen, Kambsdalur
Vinnarar í bólkinum “Virkir og stovnar” vórðu á jøvnum føti:
P/F Havsbrún, Fuglafjørður
P/F Bergfrost, Fuglafjørður
SP/F Haraldsen, Fuglafjørður
Eftir handanina fingu tey møttu kaffi/te og køkur. Eftir hetta vórðu røður hildnar av: Dan Reinert Petersen, Berguri Poulsen, Janusi Rasmussen, Andreu Lervig, Signari á Brúnni og Sigurð S. Simonsen.
Semja varð um á fundinum, at hetta var eitt frálíkt tiltak, sum mentamálanevndini skipaði fyri, somuleiðis sum heitt varð á kommununa um at halda áfram við urtagarðskappingum framyvir annað hvørt ár eins og gjørt er síðan kappingin byrjaði í 2002.
[10.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]