Útlit fyri vøkstri í heimliga eftirspurninginum

Útlit fyri vøkstri í heimliga eftirspurninginum

Samlaða vísitalið, ella tað sokallaða
treystitalið, í føroyska konjunkturbarometrinum fór úr 10 upp í 27 frá januar
til juni í ár. Treystitalið gevur eina ábending um, hvussu vinna og brúkarar
meta støðuna beint nú, gongdina seinastu 12 mánaðirnar og gongdina komandi 12
mánaðirnar.

Samanumtikið er at siga um gongdina í føroyska búskapinum
seinasta hálvtannað árið saman við úrslitunum av nýggjastu konjunkturkanningini,
at tað samanlagt hevur verið ein lítil framgongd í búskapinum, og framgongdin
fer at halda fram. Húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking hava sett djúp spor,
men hesar hendingar hava ikki megnað at vent framgongdini til afturgongd. Tað
ber heldur til at siga, at føroyski búskapurin er farin trý fet fram og tvey
aftur seinasta hálvtannað árið. Eins og í øllum metingum og forsøgnum um
framtíðina, so skulu úrslitini av konjunkturbarometrinum eisini takast við
neyðugum fyrivarni. Konjunkturkanningin er ein rættiliga umfatandi kanning, har
flestu pílar í løtuni peika rætta vegin. Tí er niðurstøðan, at framgongdin fer
at halda fram við minkandi arbeiðsloysið og vaksandi eftirspurningi. Vit eru tó
langt frá støðuni í 2007, tá ið føroyski búskapurin var um at kóka yvir.

Í hesi nýggjastu konjunkturkanningini eru tað byggivinnan, tænastuvinnan
og brúkararnir, sum trýsta treystitalið uppeftir, meðan tilfeingisvinnan og
handilsvinnan hála niðureftir.

Ordrabøkurnar í byggivinnuni vaksnar
munandi

Føroyska byggivinnan hevur havt tað sera trupult seinastu árini,
men nú sær út til at ganga betri í byggivinnuni. Treystitalið hjá byggivinnuni
fer við einum risalopi úr -32 upp í 27 frá januar til juni í ár, og er hetta
fyrstu ferð seinastu trý árini, at treystitalið hjá byggivinnuni er positivt.
Góði hýrurin í byggivinnuni kemst m.a. av, at landið hevur sett munandi meira
pengar av til íløgur í 2011 og komandi árini, virksemisskapandi broytingar eru
gjørdar í meirvirðisgjaldslógini, Tórshavnar Kommuna hevur gjørt 64 nýggj
grundstykkir byggiklár og gongd er nú komin á orkulánini úr
Húsalánsgrunninum.

Tað er ordrabókin og væntaði arbeiðstørvurin komandi
árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá byggivinnuni. Byggivinnan hevur fingið nógv fleiri bíleggingar í
ordrabøkurnar seinastu tíðina, og byggivinnan væntar eisini, at arbeiðstørvurin
fer at økjast munandi komandi árið.

Stórur vøkstur í treystitalinum
hjá tænastuvinnuni

Stórur vøkstur er eisini í treystitalinum hjá
tænastuvinnuni. Treystitalið hjá tænastuvinnuni fer úr 16 upp í 63 frá januar
til juni í ár. Tænastuvinnan er ein rættiliga breitt samansett vinnugrein. Í
tænastuvinnuni er banka- og tryggingarvirksemi, ferðavinnuvirksemi, flutningur,
reklamu- og lýsingarvirksemi, KT- og annað ráðgevingarvirksemi. Tað er hent nógv
á føroyska banka- og tryggingarøkinum frá januar til juni í ár. Óvissan um
framtíðina hjá Eik varð loyst, tá ið TF-holding keypti Eik, og Bank Nordik hevur
víðkað sítt virksemið munandi við at keypa Amagerbankan í Danmark. Framgongd
hevur eisini verið í ferðaflutningsvinnuni í ár samanborið við í fjør, tá ið
øskan úr Íslandi gjørdi um seg. Hesi viðurskifti eru nakrar av ørsøkunum til
vøksturin í treystitalinum hjá tænastuvinnuni.

At vøksturin í
treystitalinum hjá tænastu- og byggivinnuni er so stórur skal sjálvandi takast
við einum ávísum fyrivarni, men hóast fyrivarni, er í øllum førum talan um ein
munandi vøkstur í treystitalinum í hesum báðum vinnugreinunum.

Tað er
gongdin og eftirspurningurin seinasta árið og væntaði eftirspurningurin komandi
árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá tænastuvinnuni. Tænastuvinnan hevur havt stóra framgond í seinastuni, og
tænastuvinnan væntar, at stóri vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram
komandi árið.

Fyri fyrstu ferð síðan 2007 er treystitalið hjá
føroysku brúkarunum positivt

Treystitalið hjá føroysku brúkarunum fer úr
-9 upp í 2 frá januar til juni í ár, og er hetta fyrstu ferð síðan 2007, at
treystitalið hjá brúkarunum er positivt. Í 2010 gekk spakuliga framá við
treystinum hjá føroysku brúkarunum, men í januar 2011 fall treystitalið, sum nú
er farið uppaftur. Hetta kemst allarhelst av hvøkkinum, sum vanligi føroyingurin
fekk av Eik og Fiskavirking, og sum handilsvinnan merkti við, at framgongdin í
søluni minkaði. At treystitalið hjá føroysku brúkarunum nú fer upp, bendir á, at
keypihugurin hjá vanliga føroyinginum er við at batna aftur.

Tað er
væntaða fíggjarstøðan, metingin av búskapargongdini, væntaða arbeiðsloysi og
sannlíkindini fyri at brúkarin fer at spara upp næsta árið, sum er grundarlagið
undir treystitalinum hjá føroysku brúkarunum. Føroyski brúkarin er jaligari í
øllum hesum viðurskiftum í nýggjastu konjunkturkanningini samanborið við
konjunkturkanningina, sum varð gjørd fyri hálvum ári síðan.

Treystitalið
hjá tilfeingisvinnuni minkaði eitt vet í juni
Eftir ein ógvusligan
bráðvøkstur í 2006 og 2007, tá ið føroyski búskapurin var um at kóka yvir, vendi
gongdin brádliga í 2008 til eina ógvusliga afturgongd. Í fyrstani var
afturgongdin avmarkað til fiskivinnuna við vánaligum fiskiskapi, fallandi
fiskaprísum og skjótt vaksandi oljuprísum, men seinni í 2008 hevði afturgongdin
spjatt seg í øllum føroyska búskapinum, sum rakti botnin í 2009. Í 2010 og fram
til nú hevur tað spakuliga gingið framá aftur í føroyska búskapinum.

Í
2010 var tað tilfeinigisvinnan, sum dróg vøksturin í føroyska búskapinum
uppeftir við betri fiskiskapi og vaksandi fiskaprísum á heimsmarknaðinum, sum
var størsta orsøkin til vøksturin í føroyska útflutningsvirðinum og føroyska
búskapinum. Í tilfeingisvinnuni eru m.a. fiski- og alivinnan, ið umboða størsta
partin av føroyska útflutningsvirðinum. Oljuprísirnir eru hækkaðir og
laksaprísirnir lækkaðir seinastu tíðina, og er hetta uttan iva ein orsøk til at
treystitalið hjá tilfeingisvinnuni fellur nakað í nýggjastu
konjunkturkanningini. Treystitalið hjá tilfeingisvinnuni er farið úr 19 niður í
15 frá januar til juni í ár.

Tað er ordrabókin, goymslan og væntaða
framleiðslan komandi árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá
tilfeingisvinnuni. Fleiri bíleggingar eru í ordrabókini, meðan støddin á
goymsluni og væntaða framleiðslan komandi árið hála treystitalið hjá
tilfeingisvinnuni niðureftir.

Framgongdin í handilsvinnuni minkað í
seinastuni

Framgongd var í søluni í føroysku handilsvinnuni størsta
partin av 2010, men seinastu mánaðirnar av 2010 og fyrra hálvár í ár minkaði
framgongdin aftur. Hetta sæst aftur við at treystitalið hjá handilsvinnuni fer
úr 23 niður í 18 frá januar til juni í ár. Orsøkin til hesa gongdina í
handilsvinnuni er uttan iva húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking í síðsta
ársfjórðingi av 2010, og óvissan um, hvat fór at henda við Eik og trotabúnum
eftir Fiskavirking í fyrsta ársfjórðingi í ár. Hesar hendingar hava gjørt
brúkaran meira varnan við at brúka pengar, og tí minkaði vøksturin, sum var
komin í eftirspurningin í føroysku handilsvinnuni. Nógv bendir tó á, at føroyski
brúkarin hevur lagt hesar hendingar aftur um seg og tí er við at lata
pengapungin uppaftur.

Tað er sølan seinasta árið, goymslan og væntaða
sølan komandi árið, sum er grundarlagið undir treystitalinum hjá handilsvinnuni.
Sølugongdin í seinastuni dregur treystitalið hjá handilsvinnuni niðureftir.
Støddin á goymsluni er ikki broytt stórvegis, men handilsvinnan væntar, at sølan
fer at økjast komandi árið.