Í juli mánaða vóru 119 skipavitjanir á Fuglafirði, harav vóru tey 35 útlendsk.
Hetta er tað hægsta talið í ein einstakan mánað. Brutto tonsatalið tilsamans vóru 224.000 tons, harav tey 140.000 vóru útlendsk. Hetta var næstbesti mánaðurin í tonnagu nakrantíð.
Tað er oljuterminalurin hjá Effo, frystiterminalurin hjá Bergfrost og Nóta- og Trolvirkið Vónin, ið standa fyri øktu skipavitjanunum