Fuglafjarðar kommuna hevur í dag henda tíðindastubba á síni heimasíðu.
Nú skúlarnir byrjaðu eitt nýtt skúlaár eftir summarfrítíðina, kann staðfestast at samlaða næmingatalið, eins og talið av lærarum í teimum 3 skúlunum , ið húsast í Fuglafjarðar kommunu, er størri enn seinasta skúlaárið.
Fólkaskúlin:
Í Fuglafjarðar skúla ganga 309 børn í 16 flokkum frá 1. til 10. flokk. Í skúlanum starvast 28 lærarar og 6 stuðlar.
Míðnámsskúlarnir á Kambsdali:
Á Handilsskúlanum ganga samanlagt um 300 næmingar. 265 eru knýttir at dagskúlanum, sum umfatar FHS og HH útbúgvingarnar og einir 35 næmingar eru knýttir at merkonom- og akademilærugreinum. Samanlagt eru um 30 lærarar. Handilsskúlanæmingarnir, ið gingu í Søldarfjarðar skúla, ganga nú í tveimum nýinnrættaðum skúlastovum á Kambsdali.
Á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum ganga samanlagt 277 næmingar. 231 studentar og 46 HF’arar. Samanlagt eru um 40 lærarar knýttir at skúlanum.
Íalt er tað sostatt úti við 900 næmingar og 100 lærarar knýttir at hesum trimum skúlunum. Øll hesi seta ein serligan jaligan og hugnaligan dám á lokalsamfelagið