Grótlaging

Regin Jóanesarson úr Vestmanna og Gunleif Thomsen úr Fuglafirði  arbeiða sum grótlagarar fyri Fuglafjarðar kommunu.Hesir báðir eru við at gerast ein mynd av tí su vakurt er.Í góð 4 ár hava hesir báðir  stavnarnir verið partur av býarmyndini í Fuglafirði.

Við sera góðum  hegni hava teir lyft býarmyndina upp á eitt hægri støðið.

Hegnisliga hava teir frá tíðliga á várið til seint á  heysti, í so gott sum øllum veðrið, og við sera góðum tolni laga metur fyri  metur.Onkuntíð stendur Gunnleiv í djúpum tonkum. Hvør veit – kanska  hevur hann eina fitta yrking klára um teirra arbeiði – ella bygdafólkið sum gongur framvið – Vit  bíða, og gleða okkum at hoyra.Portalurin  vil takka tykkum fyri eitt megnararbeiði, og vónandi koma tit at halda á, enn  eitt langt tíðarskeið.

 

[11.05.2006 – Jóhan Heri Joensen]