Stórar kommunueindir

Samanlegging í stórar kommunalar eindir hevur seinastu árini brent seg fast í nethindunna hjá nógvum her á landi.Tað manglar at fáa grundgeving fyri hvat verður betri og hvat verður verri?

Tað tykist sum um at Tórshavnar kommuna byrjar at viðurkenna:

At stórt (vítt) er ikki bara gott
.
Tað fylgja eisini lýtir við. Á  Streymoynni eru bert Kvívík og Vestmanna sum ikki eru partur av nakrari  felagskommunu. Tað er tí spurningurin verður settur, um hesar báar kommunur skulu leggja saman við Tórshavnar kommunu.Í býráðnum í Tórshavn hevur hesin spurningur verið umrøddur. Summir býráðslimir halda, at eindin verður ov stór.

Sjálvt  um Kvívík og Vestmanna koma uppí Tórshavnar kommunu, so er stórur  partur av Streymoynni sum framvegis ikki verður við. (So gott sum øll  eystursíðan.)

Hugsa vit her um, at fíggjarrisin, (í kommunalum  høpi) himprast við at taka Vestmanna og Kvívík við, er tað so ikki  reinur ørskapur, at leggja alla Eysturoynna saman í eina kommunu.

Fyrimunirnir eru í øllum førum gott fjaldir í føroysku tokuni, men tann sum ikki kann fáa eyga á lýtini, vil ikki sýggja tey.

 

[24.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]