Gordon gevst sum brandmeistari

Gordon Petersen gevst í dag sum brandmeistari í Fuglafjarðar sløkkiliði.Sum ein liður í niðurtrapping av arbeiðsuppgávum, søkti Gordon herfyri um at verða loystur úr starvinum sum brandmeistari

Gordon byrjaði sum brandmaður í 1971 og hevur verið  brandmeistari frá 1984 (35 ár sum brandmaður, harav 22 ár sum
brandmeistari). Hann hevur sostatt verið ein av høvuðspersónunum, sum  bygt upp hava sløkki og bjargingarstøðina í Fuglafirði.

Fuglafjarðar sløkkilið er sera væl útgjørt og kann av røttum veita eina professionella hjálp táið á stendur.

Gordon er 64 ára gamal, sonur Caysa og Lydiu Petersen. Pápin doyði  av tuberklum táið Gordon varð 6 ára gamal, hann vaks upp hjá ommuni og abbanum Henrikku og Gordon Midjord.

  • 14-01-57 fór hann í læru sum maskinarbeiðari í smiðjuni Meka í Fuglafirði.
  • Í 1961 royndi hann seg sum sjómaður í Grønlandi við M/S Brestir. Hesin túrur vardi í 3 mánaðir. (august, september og oktober).
  • Árini 1963 og 64 arbeiddi hann sum maskinsmiður á Skála Skipasmiðju.
  • Eftir tað arbeiddi hann í fleiri ár hjá P/F Sandgrevstur. Var við
    til at   umbyggja bátarnar Sandgrevstur, Vitan og Sandfragt til
    sandpumpara.
  • Byrjaði sjálvstøðugt arbeiði í 1972.
  • Í 1995 varð hann settur sum húsavørður í Fuglafjarðar skúla, har hann enn er í starvi.

Gordon kann við góðari samvitsku geva arbeiði í aðrar hendur, hann leggur frá sær ein stovn sum ikki smæðist burtur.

Fleiri  ferðir hevur hann við dugnaligu monnum sínum verið til hjálpar táið,  hart hevur leika á, og skjót hjálp hevur verið fyri neyðini. Onkuntíð  hava uppgávurnar eisini verðuliga kraft sín mann, baði sálarliga og  kropsliga.

Myndin á skúlatekjuni, er av eini av teimum síðstu  arbeiðsuppgávunum hann hevði sum brandmeistari. Her gevur hann eina  hjálpandi hond, táið tráðleysa netið í skúlanum skal justerast.Í  dag er seinasti arbeiðsdagur sum brandmeistari, men kenna vit Gordon  rætt, so setist hann ikki hendur í favn, so leingi heilsan gevur
honum møguleika at vera virkin.

 

[30.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]