Atvent

Í dag er 1. sunnudagur í atvent (tann kirkjuligi nýggjársdagurin)Atvent merkir ”Adventus Domini”, t.v.s. ”Harrin kemur”.

Atventin er tað kirkjuliga nýttárið, og upprunaliga hugsað sum ein føstu og bønartíð, táið man fyrireikar seg til  tað andaligu hátíðarhaldið við Jesu føðing. Atvent hevur altíð verið  kirkjulig. Seinnu árini hevur atventin eisini fingið annan dám.Atventskransurin  Eins og jólatræðið hevur atventskransurin  sínar røtur í Týsklandi, og kom til Danmark uml. fyrra verðaldarbardaga.
Nógv ár seinni til Føroyar.Av tí at violet er tann liturgiski liturin í tí katólsku kirkjuni, hevur violet verið nýtt sum prýðislitur í katólskum londum t.d. Eysturríkið og Týskland.Undir og eftir seinna verðaldarbardaga fingu ljós og bond ein serstakan týdning, – ljósini hvít og bondini reyð – litirnir í danska flagginum.

Um vit í Føroyum eisini skulu røkja okkara tjóðskaparkenslu, so  er góður møguleiki eisini at flættað bláa litin inní prýði á kransinum.

 

[03.12.2006 – Jóhan Heri Joensen]