Sankta Lucia

Fleiri søgur eru um Luciu, ein sigur, at Lucia var ein vøkur og rík aðalkvinna, sum livdi í Spania um ár 300.

Mamma hennara hevði eina herviliga ólekjandi sjúku, men so hoyrdi Lucia ein dagin, at undur hendu við grøvina hjá Agate, tí segði hon við  mammu sína: “ Um tú fert á grøvina hjá Agate, so verður tú frísk.”Tær  fóru báðar, boygdu knøð og bóðu. Men so hendi tað, at Lucia sovnaði við grøvina, og í dreymi sá hon tað heilagu Agate og hoyrdi hana siga:  “Systur Lucia, hví biður tú meg um nakað, sum tú sjálv kanst gera? Við  tíni trúgv hevur tú longu gjørt mammu tína fríska.”
Tá Lucia  vaknaði, segði hon: “Mamma, tú ert frísk, og eg biði teg um, at tú gevur alt tað ríkidømi, sum eg skal arva til tey fátaku. Tað gekk ikki  long tíð, til maður Luciu fann út av hvat fyrifórst. Við at spyrja  Luciu, fekk hann nú alt at vita, um undurið sum hent var og um trúnna  hjá Luciu. Hann bleiv illur og dróg hana fyri tann rómverska dómstólin.

Hon  bleiv biðin um at ofra til teir gomlu rómversku gudarnar, men tað vildi  Lucia ikki. Hon hevði ofrað alt, sum hon átti, til Gud. Tað varð bert  seg sjálva hon nú kundi ofra, og hon fór ongantíð at gera annað, enn tað  Gud bað hana um.

Nú bleiv hon sett fyri ovasta dómaran. Men eingin fekk hana at  vikast. Hon bleiv bundin á hendur og føtur og boð vóru send eftir 1000  monnum, men teir kundu heldur ikki flyta hana. Ei heldur kundu 1000  oksar.

“ Hvat er tað fyri gandamáttur, sum ger, at 1000 menn ikki kunnu flyta hesa kvinnu,” segði dómarin.  “Tað er eingin gandamáttur,” segði Lucia, “tað er máttur frá Kristi.”

Nú rendi dómarin svør sítt í Luciu, so hon doyði.  Deyðadagur Luciu 13. desember er tí hennara halgidagur.  Lucia
varð jarða í Syrakus í 304, men í 1038 varð hon flutt til  Konstantinopel fyri síðani aftur at blíva stolin og liggur nú í San
Gerenia kirkjuni í Venesia.

Luciagongd
Tað vóru handverkarar úr Rhinlandinum (Týskland), sum síðst í 1600 talinum, tóku siðin við sær til Skandinaviu.

Tá  var 13. desember stytsti dagur, tað broyttist í 1753 tá farið varð yvir  til tann Gregorianska álmanakkan, tá blivu 11 dagar tiknir burtur, so  at 21. des bleiv stytsti dagur.

Tað finnast nógvar svenskar søgur um náttina til 13. desember. Tað  var ein long myrk nátt, tá vóru fólk eisini bangin fyri trøllum,  varúlvum og myrkrinum sjálvum. Men í tí tá katólska Svøríki varð 13.  des.  byrjanin til jólaføstuna.

Søgan sigur, at tann fína hvíta  Lucia bar góðar rættir inn til húsfólkið á harragørðum og góðsum, tí  gott skuldi etast áðren føstan byrjaði, og tá Lucia ikki kundi bera  ljós og mat samstundis, gjørdi man eina krúni við ljósum í, sum lýsti  fyri henni í teimum myrku longu gongdunum.
Fyrstu fer Luciagongd verður nevnd í Svøríki, er í 1764, tá var Luci  ein drongur, eisini tann fyrsta myndin av eini Lucia frá 1864 vísir, at  Lucia var ein drongur.

Í byrjanini av 1900 talinum var tann kendi svenski sangskrivarin  Gunnar Wennerberg í Italia, tá hoyrdi hann ein vakran sang, sum handlaði  um eina vakra fiskihavn í Napoli.

Í 1920 setti hann nýggjan tekst til, og Lucia sangurin sum vit kenna hann í dag varð verðuleiki.

Lucia gongdirnar sum vit kenna tær í dag byrjaðu í Stokholm 1927, og nú varð Lucia ein genta.

Santa Lucia sangir
Fleiri eru sangirnir um Santa Luciu ið brúktir verða til jóla, her havi eg tikið 3, av teimum sum mest verða brúktir.
Tann fyrsti er óivað tann mest upprunaligi. Í hesi útlegging verður sungið um sjómannin og sólfagra Napoli.

1:
Silvurhvít náttarsól havaldan gyllir,
fram yvir bylgjur fer, náttvindur stillur,
angandi náttarlot, várfleyrið flógva,
styrkur um vangarnar, meðan vit rógva..
Hoyr havsins andadrátt, sjómanna song í nátt.
Santa Lucia, Santa Lucia.
Hoyr havsins andadrátt, sjómanna song í nátt
Santa Lucia, Santa Lucia.

2:
Tá yvir havið fer, náttarfleyr andar,
sorgirnar stillar tú, sinnið várt gandar,
sólfagri Napoli, sólbrúnar døtur,
svartar sum náttin tín, brosa um gøtur.
Hásætið kærleikans, sólbýur suðurlands.
Santa Lucia, Santa Lucia.
Hásætið karleikans, sólbýur suðurlands
Santa Lucia, Santa Lucia.
__________________________________________________
1: Alla ta myrku nátt
ljósini loga.
Vit bera ljósið fram, ljósglæmu skoða.
Berast nú boð um heim,
myrkur at spreiða,
fagrastu gleðiboð:
alt er til reiðar!
Vit bera boðið við
um sælan jólafrið.
Santa Lucia, Santa Lucia.

2:
Myrkur nú máttleyst verð,
náttin nú víki!
Eins og tað boðað varð
kemur Guðs ríki!
Í myrkri skínur ljós,
-eygu bjørt glitra-
leiðir á himnakós,
Guð kom at vitja.
Vit eru boðið við
um sælan jólafrið.
Santa Lucia, Santa Lucia.

_________________________________________________________

1:
Køvandi myrk er nátt,
lurta, hoyr sangin.
Missir tú mál og mátt,
ljóð sum av veingjum.
Tá inn um duragátt
stígur á hesi nátt
Santa Lucia, Santa Lucia.

2:
Náttin er myrk og long
stilli um tún og garð
alt liggur deytt og kvirt
skuggar um djúpan dal.
Tá inn um durin vár
stígur við ljós í hár
Santa Lucia, Santa Lucia.

 

[13.12.2006 – Jóhan Heri Joensen]