Jólamennirnir

Í gjár komu jólamennirnir á vitjan; teir høvdu lánt sær gamla bjargingarbilin hjá kommununi.

Veðrið var gott, so nógv børn saman við foreldrum vóru komin at vita, hvat jólamennirnir høvdu at bjóða í ár.
Børnini fingu hvør sín pakka og tey eldru karamellur.Sum takk fyri pakkan fekk jólamaðurin klemm frá øllum børnunum.

Fleiri vóru sekkirnir við nógvum pakkum í.

Fitt av fólki var samankomið til hesa hugnaløtu hjá børnunum.

Úti á Kambsdali sóu jólamaðurin og børnini onkran sum tey vildu heilsa uppá.

Væl verður lurtað eftir, hvat jólamaðurin hevur at siga. Tí tað er hann sum kemur við gávunum um nakrar dagar.

Dagsins arbeiði er nú lokið. Børnini á Kambsdali standa her so fitt frammanfyri jólatrænum á torginum.

Jólamennirnir
fara nú heim har teir búgva, men eitt er vist, teir gloyma tykkum ikki – jólaaftanskvøld koma teir aftur við pakkum til tykkara.

Hey jólamenn: Vit síggjast!