Regin Jóanesarson, grótlaðari.

Gongur tú niðan eftir Tróndabrekku í Fuglafirði, sært tú ein grótlistamann og hjálpara hansara standa í lítla stykkinum hjá Olivinu Eiðis Kristiani og skapa eina listaliga lund úr gróti og steini.Grótlaðarin er Regin Jóanesarson, og hjálparmaður hansara er Gunnleif Thomsen.

Her stóð fyrr eitt lítið høsnarhús, og vuksu eini trý, fýra stór trø og nakrir runnar í hesari heimsins minstu viðalund.Bert eitt træ er eftir frá hesum døgum. Kring træið hava  Regin  og  Gunnleif  skapað ein listaligan blett í bygdini.Ja, vit kundu kalla hetta fyri rúmlist við laðaðum garði, veggi og einari lítlari rás, ið  ringir seg eitt lítið sindur millum steinsettan vegg,
steinakant og  fram við gamla trænum. Hetta er sælt fyr eygað at sjá.Regin hevur nú í nøkur ár gjørt grótlaðingar kring í bygdini. Alt er sonn list.

Nú er hetta, sum her verður umrøtt, ikki liðugt enn, men hetta verður ein listalig perla. Hetta er ein “installatión” undir fríum lofti – eitt slag av “Landart”, men lat okkum bara kalla hetta fyri listaverk av Regini Jóanesarson.

Toftatún.
Í  Toftatúni í Fuglafirði stendur ein grótlaðing eisini úr Reginsa hond. Hetta er ein skygging av einari gamlari, fornari føroyskari mentan.Kring oyggjarnar eru nógvir vakrir grótgarðar – eingjargarðar, garðar millum hagapartar, viðtøkugarðar, garðar húsanna millum og á grundstykkjum út ímóti alfaravegi. Tað er ein hópur av orðum, ið tulka hugtakið garður, og ikki so fá orð hava steinlaðing í sínum kroppi. Hvør steinur í hesumlaðingum er eitt listaverk og hevur sína sál.

Verður farið undir at tilevna steinar og grót og fáa tað  at sampakka við annað grót og grýti, verður sálareyðkenni tess eitt symfoniskt ljóð úr livandi deyðum  steinum, sum ein dag eru komnir úr tí fjaru rúmd fyri milliónum av árum síðani. Ja, og ótrúligt er tað, at eitt dism av hesum gróti endar í  Tronganum í Fuglafirði.

Grótmúrurin í Toftatúni er ein varði og stendur sum ein skaldakendur veggur um gott handverk og listasmíð úr gróti og minnir okkum á, at  soleiðis eigur ein múrur at taka seg út og ikki seta skilna millum fólk. Tað hava vit   sæð t. d. við  Berlinmúrinum.

Hvat skulu vit halda um múrin, sum nú verður reistur millum ísraelittar og palistinensar úr køldum, lívleysum sementi? Her verður torført at ganga i samgongu. Partur av Berlinmúrinum hevur fingið annað eyðkenni. Tað lívleysa, litleysa sementi, sum eftir stendur, hevur nú fingið litkorn í kríllin, so hetta er nú  vorðið eitt listaverk .

Kanska ein dag fer miðeysturmúrurin at sortna burtur, og partur av honum fær ein klump frá t. d. Profa á sítt kalda hold, so annar andi  verður yvir hesum rótleysa skapi.

Nei, ólíka er  grótlaðingin hjá Regini  í Toftatúni.  Hetta er millum stórstu avrik, ið Fuglafjarðar  kommuna hevur latið gjørt tey seinastu árini, og takk fái hon fyri tað.

Annars vil eg her bera Regini, grótlistamanni og hjálparmanni hansara, Gunnlleifi, stóra tøkk fyri avrik teirra og ynskja  teimum gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár.