Alexandra
Gloymdar polio lagnur
Eitt er at fáa polio, eitt annað er at liva við fylgjunum sum sjúkan gevur. Fleiri eru føroyingarnir sum máttu ríma av landinum bert tí tey fingu sjúkuna polio (barnalammilsi). Hesa lagnu máttu tey bera tí tað eingin møguleiki, ella eingin polittiskur vilji var til, at hjálpa børnunum sum vóru so óheppin at verða rakt av hesi sjúku.
Polio rakti sum ein umfarsjúka ella epidemi, og sjálvt um nógv vóru rakt av sjúkuni, so finst ikki nógv skriftligt tilfar um hesa syrgiligu tíð í Føroya søgu. Smábørn vóru noydd at fara av landinum, rýma frá tí tey høvdu kært, og byrja sítt egna lív í heilt fremmandum umhvørvi, tí vit kundu ikki hjálpa her heima.
Alexandra Melchiorsen Petersen úr Fuglafirði varð noydd at flyta heimanífrá, tá hon fekk sjúkuna polio. Hon royndi møguleikan at koma aftur, men hettar eydnaðist tíverri ikki og tí flutti hon aftur til Danmarkar.
Tann síðsta stóra polioumfarsóttin gekk í Føroyum í 1938/39. Síðani var onkur tilburður í 1940unum og 50unum, tá byrja varð at vassinerað móti sjúkuni.
Jan Midjord úr Fuglafirði varð eisini hart raktur av Polio, um somu tíð sum Alexandra. Hann flutti saman við foreldrunum niður til Danmarkar at búgva. Jan var giftur við Petru úr Klaksvík, sum verður nevnd seinni í hesum teksti.
Eg var ein av teimum heldigu
Eg var heldig, eg var forkelað, fortelur Alexandra Melchiorsen Petersen. Sum 7 ára gomul mátti hon siga farvæl við familjuna í Fuglafirði, fyri at kunna verða viðgjørd fyri barnalammilsi og mátti ganga í skúla í Danmark. Alexandra var løtt í sinni og fekk eina serstøðu hjá lærarinnunum. Hetta sigur hon var grundin til at hon kláraði stóru broytingina. Men tað eydnaðist henni ikki, at koma til Føroyar sum fastbúgvandi.
Alexandra sigur: Í Danmark havi eg tann fyrimun, at her er slætt.
Alexandra sum í dag er, 67ár flutti heimanífrá bert 7ára gomul. Hon var ein av sjúklingunum sum var meinast rakt í tí síðstu polioumfarssóttini í 1938/39, og var send til viðgerar og á kostskúla í Danmark. Reisan var útskotin í fimm ár. Annar verðaldarbardagin kom ímillum, hon fekk tí loyvi til at vera heima hjá familjuni tey fyrstu árini.
Alexandra var bert 9 mánaðar táið hon fekk polio. Eg minnist at omma mín segði, at tað hjálpti, um eg sat við beinunum í sjógvi. Vaskið varð fylt við sjógvi, og eg sat á køksborðinum við føtrunum niðrií. Tað var ikki annað tey kundu gera. Køkurin var einasta stað í húsinum har heitt var. Vit vóru 7 systkin so tað var eisini nógv annað at fara um.
Eg gekk á hondunum og sat í vogni til eg var seks ára gomul. Tað var ómøguligt at fáa skinnarar til beinini í Føroyum tá á døgum. Eg var ofta á sjúkrahúsinum í Klaksvík, har lá eg í gipsformi fyri at rætta kroppin upp. Henda gipsform skuldi eg eisini brúka um náttina táið eg var heima. Men tað var ómøguligt at sova við hesum ”gipsdimsi”. Fysioterapi og bandagist var ikki í Føroyum tá á døgum.
Puturdós og smákøkur
Alexandra var júst byrja í 2. flokki í 1945, tá hon fekk boð um at koma til Keypmannahavnar. Saman við einari gentu úr Klaksvík og trimum dreingjum fór hon í august við Tjaldur til Danmarkar. Í fylgi við teimum var Hanna sum var sjúkrasystur. Eg bleiv innløgd á Ortopædisk Hospital á Hans Knudsens Plads. Her helt eg míni fyrstu jól í Danmark. Eg minnist, at eg fekk eina puturdós úr silvur frá einari konu sum lá við síðuna av mær. Síðani kom eg á Vanførehjemmet på Esplanaden. Her bleiv eg eisini forkelað. Helst tí eg var so løtt í tí. Men eg skilji væl tey sum føldu seg illa. Gentan úr Klaksvík græt ofta til hon sovnaði, tí henni longdist so illa heim. Vit høvdu ikki loyvi at tosa føroyskt saman. Vit skuldu tosa danskt.
Eg føldi meg ongantí einsamalla. Viðhvørt varð eg bjóðað inn til lærarinnurnar og fekk smákøkur frá teimum. Tað vóru ikki øll sum fingu loyvi til tað. Soleiðis vóru tíðirnar tá. Munur varð gjørdur á børnunum. Um eg onkuntíð varð kedd, so ballaði eg meg undir dýnuna. Eingin skuldi síggja meg gráta!
Eg var eitt hit heima
Alexandra slapp undan skurviðgerð og fekk bert varandi mein í øðrum beininum. Hon hevði og hevur ikki nógva pínu, so hon er sloppin væl, heldur hon. Av teirri grund fekk hon eisini loyvi til at fara til Føroyar í summarferiu hvørt ár – tí hon kundi klára seg sjálv.
Alexandra og Petra (úr Klaksvík), á veg heim við Tjaldrinum.
Tað eina summarið tók hon eina súklu við har hon kundi brúka hondina sum drívmegi, men hon kundi ikki brúkast í Føroyum, brekkurnar vóru ov nógvar. – Men brøður mínir hildu, at súklan var spennandi. Teir súklaðu nógv við henni. Men sum heild var eg eitt HIT táið eg kom heim, ella táið eg sendi pakkar og brøv úr Keypmannahavn.
Eg var ongantí heima á jólum, tað varð tað ikki ráð til. Tí helt eg jól hjá einum av flokksvinunum í Jyllandi og sendi pakkar heim í staðin. Øll árini havi eg havt gott samband við mína familju.
Lívið á barnaheiminum í Keypmannahavn var ikki fyri sartar sálir. Genturnar svóu tíggju í hvørjum kamari til tær vóru 14 ára gamlar. So vóru tær fluttar á kømur har 5 búðu saman. Desiplinin var har eisini. Hvørt kvøld skuldu børnini á skift busta 25 pør av skógvum og vaska upp eftir avtalu. Hvørt kvøld skuldu genturnar í baðikar eftir klokku. Dreingirnir sum búðu í einari aðrari avdeiling sluppu við einum baði um vikuna. Men genturnar dugdu eisini at snýta. Alexandra minnist, at tær plagdu at gera handklæði vátt áðrenn lærarinnan kom at kontrolerað.
Prinsessurnar spáka
Onkur vóru ljóspunktini. Ein av teimum vóru túrarnir um Gefionspringvatnið og út á Langelinie. Á hesum túri møttu tær av og á teimum trimum prinsessunum, og kongiligu barnagentuni, sum vóru úti og gingu túr. Alexandra minnist einaferð, Anna-Marie hyggur undrandi at henni. Men tað var ikki rætt at verða forvitin fyri einum sum haltar. Margretha hálaði tí í ermuna á systrini Anne-Marie.
Sjónleikur
Endiliga var tað sjónleikur, her spældu gentur og dreingir saman. Hettar var ein kærkomin broyting í dagligdegnum.
Á Vanførehjemmet møtti Alexandra sínum Hans – sum hon bleiv gift við. Hans Melciorsen er eitt ár eldri og er frá Buerup á Vestursælandi. Hann er eisini polioskaddur í eina beininum.
Konfirmatión uttan familju
Tá Alexandra bleiv konfirmerað í Kastelskirken, var hon tann einasta sum ikki hevði sína familju við sína lið. Foreldrini høvdu ikki ráð at ferast til Keypmannahavnar. Men eisini tann dagin minnist hon sum ein góðan dag. Táið gudstænastan var av, kom ein fremmand kvinna til mín. Hon tók eina stóra gullketu av hálsinum, legði hana í mína hond og ynskti mær tilukku. Eg havi ikki sæð hesa kvinnu aftur. Men eg gloymi hana ongantíð.
Eftir árini á Vanførehjemmet fór Alexandra aftur til Føroyar. Tað var her hon hoyrdi heima. Men eftir nøkur ár mátti hon viðganga, at tað ikki var møguligt at búgva her hjá henni. Brekkurnar í Føroyum gera munin.Tað gekk gott at ganga omaneftir, men táið eg skuldi ganga niðanaftur var tað næstan ómøguligt fyri meg. Eg vildi ikki halda meg innandura mestu tíðina, og eg vildi heldur ikki búgva inni hjá foreldrunum restina av lívinum. Tí tók eg avgerðina og flutti aftur til Keypmannahavnar, tí eg vildi útbúgva meg.
Myndin er frá 95 ára føðingardagnum hjá pápanum í 2006
Hjørleif, Dánjal Jáku (Áku), Petur og Niels
Dinna, Alexandra og Maria (ia)
Einar Petersen
Samstundis fekk hon bræv frá Hans, sum gjarna vildi hitta hana aftur. Hettar tók hon sum eitt tekin, at tað varð rætta avgerð hon hevði tikið. Nú kom Alexandra í læru sum ”nådlerske” á Ortopædisk Hospital og Hertz Skotøjsfabrik. Ein ”nådlerske” arbeiðir við tí leðrið sum ein skómakari brúkar til at gera handseymaðar skógvar úr. Eftir at hon varð útlærd, bleiv hon gift við Hans og átti sítt fyrsta barn. Familjan setti búgv á Vesterbro.
Seinni royndu tey at koma aftur til Føroyar. Hans fekk arbeiði sum snikkari í Fuglafirði. Men eftir hálvt annað ár flutti familjan aftur til Keypmannahavnar. Samanumtikið var betri í Danmark.
Til dømis kundi Alexandra bert fáa hjálpt uppá skinnaran í jarnsmiðjuni í Fuglafirði, ella skuldi hon bíða til bandagistur kom til Føroyar einaferð um árið.
Í dag búgva Alexandra og Hans í Jerslev við Kalundborg. Tey eiga tríggjar synir og fimm ommu/abba børn sum øll búgva í Danmark.
Familian Melchiorsen í Danmark
Hvørt ár hava tey vitjað aftur til Fuglafjarðar í summarferiu. Tí eg sakni fjøllini, sjálvt um tað er ein kampur fyri meg at ganga í mótbrekku.