Gulbrandur

Oyndfjarðarbóndin og fuglfjarðarbóndinOyndri (Eindri), bóndi í Oyndarfirði, og Gullbrandur, bóndi í Fuglafirði, vóru
grannar í haganum, og grasningur var ímillum teirra. Hálvan Skarðhaga átti hvør teirra, men Oyndri kannaði sær hann allan. Laksá, norðan fyri Skarðið (Oyndfjarðarmegin), var markið millum báar bygdirnar, men Oyndri vildi sleppa út um ánna. Seyð hevði hann gangandi á Rustini hjá fuglfirðingum. Eitt árið, sum báðir bøndurnir vóru á fjalli í senn fyri handan Skarð, rak Gullbrandur seyðin av Rustini í rættina og svævdi hann. Rættin stóð á Hellum, har sum býlingurin nú er. Boð kom til Oyndra um seyð hansara, at Gullbrandur hevði rikið hann í rætt. Tá ið Oyndri kom til, hevði hin longu svævt. Tveir einir vóru teir. Oyndri hevði tá stavin upp og rendi píkin í ennið á Gullbrandi, so hann doyði. So dró hann hann inn undir ein klett í ein skúta, ið síðan hevur verið nevndur Gullbrandshelli. Beint omanfyri er Gullbrandshella

Her hómast hvar rættin hevur verið.

Synir oyndfjarðarbóndans vóru á útróðri sama dag. Tá ið teir komu aftur og skipaðu fiskin upp á Laðhamri norðantil við húsini í Oyndarfirði, sóu teir pápan koma eftir bakkanum, dragsandi stavin eftir sær. Tá segði hin elsti: “Hann man okkurt herverkið hava gjørt í dag.” Bóndin bað synirnar fara sær út á rættina at taka nakrar seyðir, ið har lógu, og bera heim; men ein frammóreyðan veðr, sum har var, skuldu teir lata liggja.

Teir fóru niðan, komu á rættina og funnu fuglfjarðarbóndan deyðan inni undir klettinum. Í móreyðum koti var hann, og tá skildist teimum, hvat ið pápin hevði havt í huga, tá ið hann tosaði um hin frammóreyða veðrin. Teir bóru hin dripna niðan undir Skarið og gróvu hann har. Enn vísist á Gullbrandsleiði á vegnum norður til Oyndarfjarðar handa fyri Skarðið, har sum hann skal liggja grivin.

Gulbranshellið

Oyndfjarðarbóndin varð stevndur til tingið suðuri í Havn og dømdur fyri manndráp. Helvt sína av Skarðhaga mátti hann bøta til synir fuglfjarðarbóndans, og so bar til, at allur Skarðhagi kom til Fuglafjarðar. Alt hitt, sum Oyndri átti, fór undir kong. Yngsti sonur oyndfjarðarbóndans æt Aðal. Eftir honum er nevndur Aðalsteinur, sum stendur sunnan fyri  bøgarðarnar. Henda stein hevði hann til hav; men tað er neyvan maður, ið lyftir honum nú.