Í januar 2009 játtaði Fuglafjarðar kommuna 1,7 mió til eina orkuverkætlan á Kambsdali. Ætlanin varð at vinna orku úr vindi og sólmegi, henda orka skuldi verða ein ískoytisorka til miðnámsskúlarnar. Ymiskir trupuleikar hava verið á vegnum, men nú er ein partur av skipanini farin at virka sum ætlað.
Sólskipanin hevur koyrt í eina tíð, og sambart Eyðun Lauritsen, so er enn ikki liðugt við tillagingini, tí til tíðir framleiða teir meira enn sleppast kann av við. Onkran góðan sólskinsdag hava teir verið noyddir at frákoblað ein triðing av orkuni.
Sum Eyðun greiðir frá so er ynskiligt eisini at fáa hydrogenskipanina at virka, tí tá kann avlopsorkan spalta vatn í brint og ilt – og brintin skal síðani nýtast til at framleiða streym táið stilli og sólarleyst er.
Tað var upprunaliga ikki ætlanin, at orkan frá vindmyllunum skuldu koyrast á el netið, men eitt gott samarbeiði við SEV hevur gjørt tað at myllurnar fyri kortum eru farnar at framleiða streym. Veingirnir á vindmyllunum stilla seg undan vindinum, soleiðis at táið vindurin er av tí harðasta syrgir ein fjarðaskipan fyri at bløðini fara undan. Hesar myllur hava verið royndar á Suðurpólinum í fleiri ár og hava tær roynst sera væl og klára vindstyrki upp í 90m/sek
Sólfangararnir fingu nakað av skaða í vetrarstorminum men tað hevur ikki so nógv uppá seg, sigur Eyðun Lauritsen, tað er bert glasið sjálvt (9 stk. jarnfrítt rútaglas), sum brotið er, sjálv sólskipanin hevur ongan skaða fyngið.