Klokkan 14 í dag avdúkaði Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, ein málning av Jógvani Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingsmanni, landsstýrismanni og løgtingsformanni.
Jógvan Ingvard Olsen sat á løgtingi í samfull 28 ár, árini 1970-1998. Hann sat í landsstýrinum við fiskivinnumálum árini 1989-1991 og var løgtingsformaður árini 1994-1998. Hann var soleiðis fyrsti løgtingsformaður eftir nýggju stýrisskipanarlógini, sum vit fingu í 1995.
Hergeir Nielsen segði, at fyri tveimum árum síðan gjørdi formansskapurin í løgtinginum av, at málningar skulu málast av øllum løgtingsformonnum, sum koma at sita eftir nýggju stýrisskipanarlógini.
– Tann, sum verður málaður, kann sjálvur gera av, hvør listamálarin skal verða, og soleiðis gjørdi Jógvan Ingvard Olsen av, at Heðin Kambsdal skuldi mála málningin av honum, segði Hergeir Nielsen.
Eftir avdúkingina av listarverkinum segði Jógvan Ingvard Olsen, at hann kendi tað sum ein heiður, at málningur av sær nú kemur at hanga í einum av heimsins elstu parlamentum.
– Nú vóni eg ikki, at hesin málningur verður til “skræk og advarsel” í løgtinginum, segði fyrrverandi løgtingsformaðurin brosandi.
Hann legði aftrat, at einasta treytin, hann setti listarmanninum, var, at málningurin skuldi ikki vera abstraktur.
– Mær dámdi væl, tá eg plagdi at blíva teknaður av Óla P. Ofta søgdu hesar tekningar eitt hvørt, sum tú kom at hugsa um aftaná.
Jógvan I. Olsen segði seg fegnast um motivið á málninginum, sum lýsir umhvørvið, hann hevur sæð gjøgnum øll síni ár, tá hann hugdi út gjøgnum gluggan.
Aftan fyri andlits-og bringumyndina av fyrrverandi løgtingsformanninum sæst Raktangi og umhvørvið vestan fyri tangan.