Vinna

Í dag ræður Fuglafjørður yvir eini havn, sum kann bjóða størri og smærri
skipum nærum ein kilometur av atløgusíðu. Harafturat er báthylur við
snotiligum flótibrúm, sum rúma øllum smærru bátunum á staðnum,
somuleiðis sum fremmandabátar javnan vitja her á ferðum sínum um
Norðurhøv um sumrarnar. Her finnast eisini flest allar tænastur, sum ein
nútímans havn eigur at kunna bjóða sínum viðskiftafólkum.

Ein  av størstu fiskalýsi- og fiskamjølsverksmiðjunum í Norðanlondum liggur í
Fuglafirði, somuleiðis sum onnur størri og smærri fiskivinnuvirkir eru.
Sum aðrar staðir í landinum eru laksaaling eisini vorðin ein týðandi
táttur í vinnumynstrinum, har bæði smoltaling á landi og sjóaling eru
týðandi partar eins og framleiðsla av alifóðri. Eisini er ein av størstu
trol- og nótaverksmiðjunum um okkara leiðir í Fuglafirði.

Bæði  føroysk og útlendsk skip koma javnan á Fuglafjørð fyri at leggja upp
fisk, sum skal goymast eitt skifti í nýggjum frystigoymslum, sum eru
sprongdar inn í bergið við havnalagið. Skip úr Fuglafirði troyta í dag
ikki bara nærleiðirnar, men hava í summum førum verið slóðbrótarar fyri
nýggjum fiskiháttum eftir fyrr ókendum fiski á fjarleiðum víða um høv.

Í  1994 varð ein lokalur menningarfelagsskapur stovnaður í Fuglafirði.
Stovnarar vóru Fuglafjarðar Kommuna, handlar, vinnurekandi,
frítíðarfelagskapir og einstaklingar. Hesin felagskapur, sum fekk
innivist í bókasavnsbygninginum í gamla skúlanum frá 1882, hevur síðan
stovnanina rikið kunningarstovu, sum í dag er vorðin onnur av
kunningarstovunum í Eysturoynni. Uppgávurnar hjá kunningarstovuni, sum í
fyrstani mest var at umboða og siga frá um vinnu- og frítíðarlívið í
bygdini er so við og við blivið til – í tøttum samstarvi við hina
kunningarstovuna, sum liggur í Rúnavík – at siga frá um alla
Eysturoynna, og hvat her er at fara til og at fáa hjá okkara egna fólki
eins væl og fremmandafólki, sum vitjar hendan vegin í størri og størri
tali, nú Føroyar meira og meira bjóða seg fram sum ferðavinnuland. Økti
ferðafólkastreymurin út á bygdirnar hesi seinnu árini, hevur víst okkum,
at arbeiðið hjá kunningarstovunum longu hevur gjørt góðan mun.
Fuglafjørður hevur í dag mong tilboð til ferðafólk, bæði til teirra, sum
koma fyri at uppliva okkara vakra land og til teirra, sum eisini biðja
um at stað at gista. Hóast fiskivinnan nokk framvegis fer at vera okkara
høvuðsvinna í mong ár enn, er tað sannlíkt, at ferðavinnan eisini kann
gerast eitt gott ískoyti hjá teimum, ið bjóða seg fram til hennara.