Á lokaða býráðsfundinum í gjár varð viðtikið at byggja kajkant millum Tunnilsbryggjuna og Oljubryggjuna – fylla økið upp og planera tað, tí nýggja uppisjóðarvirkið partvís skal byggjast á hesum øki.
Spunsjarnið til hetta arbeiði er komið, eisini er útbjóðingartiltafarið til arbeiðstakararnar gjørt.
Um alt gongur sum ætlað, skuldi hetta arbeiðið verið liðugt 1. novembur í ár.
Aftaná kann so arbeiðið at byggja nýggja virkið byrja. Byggitíðin er sett til 9 til 11 mánaðar.
Um alt gongur sum ætlað, kann Mountain Pelagic taka ímótir fyrstu lastini í august 2012.
Virkisbygningurin verður bygdur fast í Bergfrost bygningin og suðureftir.
Pelagiska virkið kemur at hava ein grundplan á 5.500 fermetrar, meðan samlaða fermetranir í húsinum vera umleið 8.000sum partvís verður bygdur í tveimum og trimum hæddum.
Innfrystingarorkan verður 1.200 tons um døgnið at byrja við, men rúmligu umstøðurnar loyva eina øking upp til 1.600 tons um døgnið um neyðugt.
Móttøku nøgdin kann koma upp í 2.000 tons um døgnið, alt eftir hvør framleiðslan er, til dømis hvussu nógv verður flakaskorið o.a. Her er lagt uppfyri, at tá svartkjafturin kemur fyri seg aftur, kann roknast við at stórar nøgdir av hesum fiskaslagnum fara at vera landaðar til matna, umframt sildina og makrelin. Roknað verður við umleið 100 starvsfólkum, íroknað landingar- og avskipingarfólk.
Fult útbygd kemur verkætlanin at kosta 250 til 300 mill. kr.
Tað er eisini mangt sum týðir uppá at fíggingin verður reint føroysk.