Sunnukvøldið fer sangkórið í Siloa hava jólakonsert. Umframt Siloakórið, spælir eisini bólkurin, T.O.S., nakrar sangir á konsertini.
Konsertin verður í Siloa, og tað er Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar kórinum. Á skránni eru fyri tað mesta traditionellir jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum. Undirspælið hevur eitt vælspælandi orkestur, og til nakrar av sangunum er eisini ein strúkikvartett við.
Aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Konsertin verður sunnukvøldið kl. 20.00.