Søkt verður eftir leiðara til Mentanarhúsið í Fuglafirði at seta 1. mai 2012 ella skjótast eftir hetta.
Førleikakrøv:
Vit meta tað sum ein fyrimun, um umsøkjarin:
- Hevur útbúgving og/ella royndir innan mentunarøkið
- Hevur fyrisitingarligar royndir, herundir leiðsluroyndir
- Hevur góðan skrivligan og munnligan førleika til serliga føroyskt, men eisini fremmant mál
- Dugir væl at samskifta.
- Hevur telduførleika á brúkarastøði
- Er jalig/-ur, opin og fyrikomandi
- Sær møguleikar fram um vansar.
- Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir
- Talan verður um nýtt starv, sum leiðarin verður við til at skapa frá byrjan.
Arbeiðsøki:
Tú kemur í tøttum samstarvið kommununa at hava dagligu leiðsluna av Mentanarhúsinum í Fuglafirði, herundir:
- At leggja til rættis øll tiltøk, sum verða í húsinum.
- At verða leiðari hjá starvsfólkum í húsinum.
- At verða við til at seta dám á húsið.
- At marknaðarføra húsið innan- og uttanlendis.
- At samskifta við hugskotsbólk.
- At verða sjónligur í nærumhvørvinum.
- At gera uppskot til fíggjarætlanir.
Tilvísing:
Leiðarin hevur tilvísing til kommunustjóran.
Løn:
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Starvsupplýsningar:
Nærri upplýsingar um starvið umframt undirliggjandi tilfar fáast við at venda sær til Jákup Frants Larsen á telefon 238002.
Umsókn:
Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga umsókn við viðkomandi prógvum og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður.
Umsóknarfreist:
Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 30. mars 2012 kl 15.00.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 08. mars 2012
Fuglafjarðar kommuna
Mentamálanevndin