Fuglafjarðar Svimjufelag stóð seg best við føroyameistarakappingina farna vikuskifti.Svimjararnir hjá Fuglafjarðar Svimjufelag vunnu í alt 16 gull, 7 silvur og 8 bronsu.
Á gallaveitsluni á Hotel Føroyum leygarkvøldið vóru ársins svimjarar bæði hjá kvinnum og monnum kosnir. Ikki heilt óvantað var tað Elspa Mørkøre úr Fuglafjarðar Svimjufelag, sum streyk avstað við heiðrinum sum ársins svimjari hjá kvinnum.
Hjá monnunum var tað eisini ein svimjari úr Fuglafjarðar Svimjufelag, sum van heiðurin sum ársins svimjari, og tað var Kári J. á
Høvdanum.
[18.05.2006 – Jóhan Heri Joensen]