Torkil Beder
gjørdar fyrst i sekstiárunum, – pulpiturið varð lækkað og lagt longur inn í kirkjuna, og bøtt varð um benkurnar. Men í kirkjuráðnum mundu øll vera greið yvir, at nakaði munagott matti gerast, um vit skuldu fáa kirkjuna soleiðis, at vit mettu hana at vera góða og tíarhóskandi .Og tað, sum vit hugsaðu um, var at fáa víðka gomlu kirkju við at byggja upp í hana.
vóru umleið 1200 fólk inni, og ein fittur partur av teimum vóru fólk úr Fuglafirði, sum eru búsett aðrastaðni. Tey vóru leitaði heim til bygdina, har tey upplivdu barna- og ungdómsár, fyri at vera við hesa hátíðarstund.Tá klokkan ringdi til gudstænastu, var ein stutt bønarstund hildin í Thabor, har varabispur og bispur okkara I København, Ole Bertelsen,
prestar, kirkjuráðslimir, limir í bygginevnd, umboð fyri landsstýrið, ríkisumboð og kirkjustjórn vóru saman komnir, og sálmurin »Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há« varð sungin. Síðan var gingið í skruðgongu heim í kirkjuna við báðum bispunum á odda, meðan luttakarar í skrúðgonguni bóru gamlar og nýggjar kirkjulutir heim í kirkjuna. Og meðan gingið varð innar, og varabispur setti hvøn lut á sítt pláss, sang eitt sangkór stjórnað av John Højby: Hin signaða dag vit síggja fró. . . .Tá ið skruðgongan var komin innar, vórðu øl1 pláss inn eftir gólvinum fullsett, so fólk stóðu sum sild í tunnu, og a knæfallinum sat fjøld av børnum. Og so for vígsluhátíðin fram.. Klokkari var Edvard Skarðsá, ið hevur ringt í skjótt 40 ár. Heðin Kambsdal var við urguna, sum er úr gomlu kirkju. Poul Martin Joensen, deknur, las inngangsbønina, Ole Bertelsen, biskupur, helt vígslutaluna, Eivind Vilhelm, varabispur, vígdi kirkjuna, sóknarpresturin prædikaði út frá dagsins texti og Sámal Kristiansen, deknur, las útgangsbønina. Og ímillum alt hetta fylti felagssálmar og kórsangur hetta vakra kirkjuhús, har so mangar røddir sungu saman sum neyvan nakrantíð fyrr í Fuglafirði.Aftaná gudstænastuna varð døgurði á »Restaurant Muntra« fyri gestum, har røður vórðu hildnar, og mangar tøkkir vórðu bornar fram.Kl. 17 var aftur farið í kirkju til kirkjukonsert, har kórið, ið var savnað saman til dagin úr mongum búplássum, gleddi okkum við sínum vakra sangi. Sangstjóri var John Højby, ið var komin úr Danmark fyri at stjórna framførsluni av vígslukantatu, sum Alexander Kristiansen, lærari, hevði skrivað til dagin, og sum Højby hevur gjørt lag til. Til konsertina mundu vera um 800 fólk.
Um kirkjuna sigur arkitekturin, at hann læt høvuðsbygningin vera sekskantaðan. Báðir endarnir ganga fram í spíss, so at grundflatan her minnir um bátin, og hann læt hana lyfta seg upp móti himli eins og fjøllini rundan urn hana. Útbygningurin er inspireraður av tí gomlu føroysku trækirkjuni við træveggjum og flagtekju. Og tornið setti hannvið síðuna av kirkjuni, soleiðis at hitt lága síðuskipið bindur torn og høvuðsskip saman. Innan er kirkjan klødd við viði, og í skjøldrinum yvir altarinum er 7 armaður ljósastaki sum relief í vegginum. Tey stóru vindeygu á sunnaru síðu gera, at tú eins og í gomlu kirkju kann sita og uppliva vakurleikan í nattúruni uttanfyri. Altarborðið er tjúkk laminerað træpláta, sum verður borin av føroyskum gróti, og eisini doypifunturin er føroyskt grót. Og úr føroyskum gróti eru eisini flísarnar a k6rg6lvi, forkirkju og bíðirúmi. Beinkirnir eru polstraðir og klæddir við klæði, sum er vovið úr føroyskum tógvi. Vilja vit spyrja, hvar síggja vit okkurt úr gomlu kirkju, er at siga, at víst eru lutir, sum hava verið nýttir í gomlu kirkju, hóast tað nógva er nýtt. Grundarsteinarnir, sum síggjast í vegginum inni í kór, eru evnaðir úr steini, sum gamla kirkja var laðað við. Messingstakarnir á altarinum hava uttan iva verið í gomlu kirkjuni við Garð, og somuleiðis gamli kalikurin og diskurin, sum standa a altarinum. Tey komu til kirkjuna 1836 í staðin fyri kalik og disk í messing, sum ikki eru til meira. Men gamli kalikur er so illa farin, at vit einans kunnu varðveita hann sum skreytlut. Eisini altarkannan og oblateskjan, bæði úr silvuri, eru úr gomlu kirkju, hóast teir lutirnir ikki eru gamlir. Yvirdoypifuntinum hongur bronsukrúna við livandi ljósum, ið verða tendraðvið dóp og konfirmatión. Henda krúnan hekk eisini í gomlu kirkju.Møguliga finna vit eisini pláss til aðrar krúnur, sum kirkjan eigur. Ogmong, sum tína inn í nyggju kirkju, vilja kennast við bæði modelskipini,sum eisini hingu í gomlu kirkju, sluppin “Norðlýsið«, sum kirkjan fekktil sín 100 ára dag, og skipið »Rødefjord«, – model av skipi, sum kgl. handilin átti, og sum varð latið gomlu kirkju úr Danmark fyri einum 10árum síðan. Men tað mesta, sum verður nýtt aftur úr gomlu kirkju, sæst ikki, títað liggur fjalt aftanfyri klædning so sum allur stórviðurin í tí lágasíðuskipinum. Eisini eru báðir teir tjúkku træbjálkarnir, sum beratakið í torninum, evnaðir úr bjálkum frá gomlu kirkju.Til vígsluna fekk kirkjan mangar og goðar gávur. Altarsilvurið -kalikur, diskur og krusifix – er smíðað av Bent Exner, gullsmiði, og erlatið kirkjuni av Havsbrún í Fuglafirði, altardúkurin er gjørdur av 4systrum úr Fuglafirði, og saman við nýggjum messuakuli fekk kirkjan hannsum gávu til vígsluna. Eitt skip – model av sluppini »Pilot« – varlatið kirkjuni av manni, sum sjálvur hevur gjørt tað. Hann átti barna-og ungdomsár í Fuglafirði, har faðirin var klokkari. Frá kommununi fekkkirkjan ein kekk upp á 50.000 kr. Og soleiðis kundu vit hildið áfram.Og lat meg so her í milIum gávurnar nevna allar teir tímar, harmenn góvu arbeiði og tíð. Og so vóru tað allar rokningarnar fyriarbeiði ella tilfar, har vit fingu frá 10 till 100 % í avsláttri. Althetta hevur samvirkað, so at vit fingu eina kirkju fyri 7 1/2 millión,ið óivað skuldi havt kostað 9 milliónir, um alt skuldi verið goldið viðfullum virði.