Aftur í ár verður páskastevna hildin í Siloa í Fuglafirði og í Ítróttarhøllini á Kambsdali.
Páskamøtir hava verið í Fuglafirði í mong ár. Tey fyrstu nógvu árini vóru øll møtini í Siloa, men síðani Ítróttarhøllin á Kambsdali kom, hava møtir eisini verið har. Tær tríggjar samkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri møtunum.
Møtini vera frá skírisdegi 5. apríl, til 2. Páskadag 9. apríl. Møtini skírisdag og langa fríggjadag vera í Siloa. Síðani verður farið í Ítróttarhøllina á Kambsdali leygardagin og páskadag. Endað verður við eini sangløtu í Siloa 2. páskadag. Skráin sæst annars á heimasíðuni siloa.fo.