Leygardagin 28. apríl hittast sjey streingjakór í Fuglafjarðar kirkju.
Seinnapartin fara tey at hava venjingar hvør sær og saman, og klokkan 18.30 verður konsert í kirkjuni. Streingjakórini fara bæði at syngja hvør sær og sum felagskór. Í steðginum fer prestur at hava eina andakt. Kórini, ið luttaka eru: KFUM&K kórið í Klaksvík, manskórið í Fuglafirði, Betaniakórið í Gøtu, Argjakórið og streingjakórini á Glyvrum, Toftum, og Vestmanna.