Nýggjur deildarstjóri er settur fyri Føroya Handilsskúla á Kambsdali.
Nýggi stjórin er Hjalmar Hansen, sum er 44 ára gamal og er útbúgvin Cand. merc. jur. Hann hevur undirvísingarroyndir á vinnuskúlaøkinum, bæði á handilsskúla og á tekniskum skúla. Hann hevur hollar leiðsluroyndir og hevur eisini staðið námsfrøðiliga útbúgving.
Hjalmar Hansen hevur seinastu árini starvast sum aðalskrivari í Bláa Krossi.