Yrkjari: Hans Andrias Djurhuus
Tá grasið spratt í dølum, og alt var fjálgt og gott,
og bar ímóti sumri og jóansøkunátt,
tá hvør ið sjúkan nývdi, ei visti lækna sær,
hann fór til Varmakeldu at verða grøddur har.
Tá róðu mong á firði, mong gingu upp um fjøll,
Mariusongin sungu tey so hjartaliga øll.
Tí summar var og hiti og vón í hvørji sál. –
Á Varmakeldueiði um dimmið brunnu bál.
Har kendist høgt at lofti og langt á óndskapsmið.
Fró sótu tey hjá keldu í semju lið um lið.
Tey tóku upp í lógvan og drukku heilsubót;
so tváaðu tey andlit og hond og bróst og fót.
Men sál og troytta hjarta, tey vóru aftur yngd,
og eingin kendi ótta og eingin kendi tyngd.
Tí Harrans móðir blíða hon grøddi hvønn og ein,
sum kendi sær av sjúku og vondum tonkum mein.
* * * *
Sjá, grasið grør í dølum, og loft er fagurt blátt –
tað ber ímóti sumri og jóansøkunátt
Mær leingist tí at skøða mín arma, mødda fót
– á Varmakeldueiði eg vinni heilsubót.