2. hvítusunnudag, tann 28. mai kl. 20, fer Siloakórið úr Fuglafirði saman við orkestri at hava konsert í Løkshøll í Runavík.
Hetta er tíðin, tá ið flestu kór fara í summarfrí, og soleiðis er eisini við Siloakórinum. Tað er meira ella minni vorðið ein siðvenja at enda árið við eini konsert, og hesaferð verður hon altso hildin í Løkshøll.
Sangárið hjá kórinum byrjaði annars við væl eydnaðari danmarkarferð í september mánaði, og kórið hevði eisini konsert í Siloa undan jólum. Annars verður mest sungið til møtir í samkomuni heima í Fuglafirði.
Við í kórinum eru umleið 30 sangarar, og orkestrið telur 5. Sangúrvalið til konsertina hesaferð er fyri tað mesta nokk so bleytur gospelkórtónleikur, men eisini okkurt a cappella lag er við. Nógv er útlenskt, men eisini nøkur føroysk løg verða at hoyra. Saman við kórinum fara vit eisini at hoyra sangarar úr kórinum syngja solo. Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.
Konsertin verður sum sagt 2. hvítusunnudag kl. 20 í Løkshøll. Atgongumerki à kr. 100 fáast við dyrnar, men eisini ber til at bíleggja atgongumerki á Kunningarstovuni í Fuglafirði, tlf. 238015, ella á tlf 238073.