Leila Solmunde var forkvinna í Giktafelagnum og síðani forkvinna í MBF síðani 2004. Ongar sersømdir -men eins tilboð fyri sama prís, var boðskapur hennara.
Hesin var høvuðsboðskapurin hjá Leilu Solmunde. Eldsálin, sum av øllum alvi stríddist fyri at bøta um viðurskiftini hjá fólki, sum bera brek. Átta ár untist henni sum forkvinna í MBF til hon 10 mars í ár mátti lúta fyri sjúku
-Tað, sum er ein sjálvfylgja fyri flestu fólk, er als ikki nøkur sjálvfylgja fyri okkum, sum bera brek. Vit ynskja ongan framíhjárætt, men sama rætt sum onnur.
Tað var greiði boðskapurin hjá Leilu á ráðstevnu, sum MBF á heysti 2009 skipaði fyri í sambandi við ST-sáttmálan um vernd og rættindi teirra brekaðu, sum tá varð settur í gildi í Føroyum. Tað var eisini júst hetta yvirskipaða sjónarmið sum hon hevði sett sær og virkaði fyri. Av stórum týdningi fyri at røkka hesum sjónarmiði var hesin sami ST-sáttmáli, sum lat bíða eftir sær í mong ár, og sum ST umsíður samtykti beint fyri jól í 2006, og sum løgtingið stívliga tvey ár seinri samtykti at seta í gildi her í Føroyum. Leila frøddist almikið um hetta stóra frambrotið, soleiðis at fólk við breki tá gjørdist ein fullgildugur partur av Føroya fólki, sum Leila tók til.
Men undan hesum degi lá eitt drúgt og miðvíst arbeiði á mongum økjum. Leila var ikki meira enn komin í formanssessin til hon, saman við nevnd felagsins, gjørdi av, at MBF skuldi hava sítt egna blað til tess at vísa á tørv og ætlanir, og gera sjónarmið teirra sjónlig, og soleiðis røkka teimum, sum taka avgerðir. Men ikki minst at røkka vanliga føroyinginum, soleiðis at ein hugburðabroyting kundi fara fram millum fólk mótvegis teimum, sum bera brek. Fyrsta blaðið kom út 3. desember í 2004, á sjálvum alheimsdegi teirra brekaðu, og er síðani, uttan íhald, komið út tvær ferðir um árið.
At koma í breiðastu merking lá alla tíðina ógvuliga frammaliga hjá Leilu. Her vildi hon eisini hava ítøkilig úrslit, og ikki lá hennara partur eftir í so máta. Dúgliga ferðaðist Leila kring landið og vitjaði m.a. kommunur og stovnar. Hetta fyri at hon sjálv kundi fáa eitt gott innlit í hvussu til stóð, og harvið hvat og hvussu bøtast kundi um. Júst hetta at koma við ítøkiligum uppskotum um loysnir, heldur enn bert at finnast at, var hennara eyðkenni. Eitt dømi um hetta sama var, tá hon ferðaðist í Suðuroynni, har hon sjálv var fødd og uppvaksin, fyri at kunna seg um ferða- og upplivingarmøguleikar í náttúruumhvørvi fyri rørslutarnað. Eftir hesar ferðir gav MBF
út bókling, har víst var á ymiskar tvørleikar, og ikki minst hvat ið kundi gerast fyri at bøta um. Júst hesin bóklingur hevur síðani verið eitt gott amboð hjá myndugleikunum, sum hava tikið mong av hugskotunum hjá Leilu til sín.
Bólkurin av fólki, sum bera brek, hevur ein sera ymiskan bústaðartørv. Her hevur føroyska samfelagið lítið at breggja sær av, men við áhaldandi stríði frá MBF og felagsins talskvinnu, tykist nú at bragda. Ferð eftir ferð tóktust glottar, men sum hvørja ferð gjørdust vónbrot. Men Leila gavst ikki at vísa á stóra tørvin fyri alternativum íbúðarmøguleikum, og tað er ikki minst hennara áhaldandi stríði at takka, at nú tykist gongd at vera komin á.
Tað er so ómetaliga nógv sum kundi verið sagt um virksemið hjá Leilu og hennara royndir at bøta um viðurskifti hjá fólki sum bera brek. Taka vit okkurt afturat úr rúgvuni, kunnu nevnast hennara sjónarmið um ungdómsútbúgvingar, har hon vísti á ásetingarnar í ST-sáttmálanum sum skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa møguleika til hægri lestur á jøvnum føti við onnur.
At føroyskir fyritíðarpensionistar kundu havt betri umstøður, hava flest øll verið greið yvir, men lítið ítøkiligt hevur verið at víst á. Tí skipaði MBF, saman við Granskingardeplinum fyri Økismenning, fyri eini livikorðskanning, sum staðfesti, at korini hjá fyritíðarpensionistum eru als ikki nøktandi. Nú var tað í hvussu er ítøkiliga staðfest. –Áður høvdu vit varðhugan av einum og øðrum. Nú hava vit fakta at halda okkum til, var niðurstøðan hjá Leilu. Eyðkent fyri Leilu. Sakligt og undirbygt at fara til verka.
Leila hevur lagt nógv eftir sær til frama fyri tey fólk, sum eru ringast fyri í samfelagnum. Hetta á sín sermerkta hátt. Hon setti ikki seg sjálva í fokus og kundi tykjast lítillátin. Við síni rættvísiskenslu sum barlast, hevði hon sínar hugsjónir, sum hon altíð siðaliga, jaliga og væl undirbygdar bar fram. Leila varð hoyrd og vird av høgum sum av lágum.
Í dag eru orð fátøk og tómrúmi stórt. Størstur er saknurin hjá Mouritsi og tykkum øllum nærmastu. Vit í MBF hava mist ein góðan starvsfelaga og vin, sum vit virdu høgt og høvdu stórt álit á, og okkara ynski skal vera, at MBF framvegis fer at virka í tí anda, sum var sereyðkenni fyri Leilu.
Starvsfelagarnir í MBF