Skip og bátar

Søgnin sigur, at 11. dag á sumri (25.apríl) tíðliga í 1600 talinum gingu hálvthundrað bátar burtur í Føroyum á Útiróðri.
Tá róðu føroyingar út við smáum bátum, einir tveir og tríggir menn á hvørjum.

Eftir
hesa døpru skaðahending skuldi tann skipan koma, at ikki mátti farast
út á hav uttan í stórum báti: seksmannafari ella størri. Síðani tá róðu
fuglfirðingar – sum flest allir aðrir føroyingar – út á hav við stórum
báti, mest áttamannafari, til motorbátarnir komu í 1908 og úteftir.

Øll áttamannaførini stóðu á Stórustøð og høvdu neyst har.

Í Fuglafirði vóru 5 áttamannafør, sum róðu út á hav..
Tey vóru.
1: Løjtnanturin (nevndur Skútan)
2: Fisken (nevndur Leirvíksbáturin)
3: Toftabáturin
4: Falken (nevndur Falkurin)
5: Lærken (nevndur Lerkurin)

Seinni koma eisini aðrir stórir bátar eitt nú:

6: Havfrúgvin
7: Sjóormurin