Triðja árið á rað hevur Vónin stóra framgongd. Søla og avlop í 2011 vóru tey bestu hjá virkinum higartil
Tvær ferðir heiðurin sum ársins virki í Føroyum, hevur ikki fingið leiðslu og starvsfólk at seta seg upp afturá, at njóta heiðurin. Heldur tvørturímóti. Søla og avlop í 2011 vóru tey bestu hjá P/F Vónini í søgu felagsins.
2011 er triðja árið á rað við stórari framgongd hjá stóru føroysku trolverksmiðjuni við høvuðssæti í Fuglafirði og fleiri deildum uttanfyri føroysku landoddarnar.
Samlaða sølan hjá P/F Vónini var í fjør góðar 131 mió kr., móti 111 mió. árið fyri. Tað svarar til eina framgongd uppá 18% . Framgongdin í avlopi áðrenn skatt var 80%, úr sløkum 10 mió kr. í 2010 til slakar 18 mió kr. í 2011.
Hóast ávísur stígur kom í søluna í 2008, er avlopið hjá P/F Vónin ongantíð komið niður um 3,5 mió kr. tey seinastu 5 árini.
Havandi í huga, at virkið er stórur veitari av útgerð til fiskivinnuna, hvørs fíggjarliga gongd er tengd at sveiggjum í fiskiskapi og fiskaprísum, kann tað ikki undra, at virkið hevur fingið heiður fyri síni støðugu og góðu úrslit niðast á botnlinjuni.
P/F Vónin er dóttirfelag hjá P/F Von og eigur dóttirfeløg í Kanada, Grønlandi, Noregi og í Føroyum. Tilsamans starvast umleið 200 fólk í samtakinum.
Eginognin við ársenda 2011 var 58 mió kr. Eginognarparturin var 34% og rentingin til partaeigararnar var sløk 7%.
Við nevndarborðið hjá P/F Vónini sita Klaus Rasmussen, nevndarformaður, Olaf Olsen og Jón Rasmussen, nevndarlimir. Stjóri er Hjalmar Petersen.