Studentaskúlin og Handilsskúlin á Kambsdali rúma í løtuni 550 næmingum og 70 starvsfólkum. Hølini eru alt ov trong til so nógv fólk og neyðugt er við út- og umbygging. 25 mió. eru settar av á fíggjarlógini. Týdningarmikið við breiðari loysn, metir Gunvør Balle úr Tjóðveldi. Fyrsta viðger av málinum er nú.
Alfred Olsen og Rodmund Nielsen úr samgonguni rógva upp undir at fáa hesa út- og umbygging framda sum skjótast, fyri at hetta ikki skal gerast eitt óneyðuga drúgt arbeiði.
Gunvør Balle úr Tjóðveldi og andstøðuni heitir á tingið á, um ikki at gera ov skjótt av í hesum málinum.
– Tað er betur at hyggja eitt sindur yvirskipað á skúlamál og skúlabygging. Tá vit hugsa um skúlabygging í norðurøkinum; Eysturoynni og Norðoyggjum, sum kunnu leggjast undir eitt orsakað av sera góðum samferðslukervi, mugu vit hugsa breitt, heitir Gunvør á.
– Ein norðurdepil burdi kanska verið, eins og vit fara at fáa ein depil her í Havnini við Marknaðargilsdeplinum. Ikki bara hugsa eitt verk í senn, men síggja hetta sum eina heild. Lat okkum ikki byggja eitt og eitt, men heldur ein stóran depil, sum kann rúma fleiri, sigur Gunvør Balle.
Úr uppskotinum stendur m.a. at lesa:
“Á fíggjarlógini 2012 eru játtaðar 2,5 mió. kr. til at fyrireika eina um- og útbygging av miðnámsskúlunum á Kambsdali í 2013 og 2014 fyri í mesta lagi 22,5 mió. kr.
Ein bygginevnd er sett at gera byggiskrá og lýsa hølistørvin.
Arbeiðið at gera endaliga byggiskrá er ikki liðugt enn, men væntandi verður talan um millum
500 – 1000 m2 afturat bygging, umframt ta umbygging, sum er neyðug.
Talan er sostatt um eina um- og útbygging, sum skal taka hædd fyri verandi bygningum, bæði
byggilistarligar og byggitøkniliga, umframt at um- og útbyggingin hevur til endamáls at víðka um karmarnar, soleiðis at næmingar og starvsfólk fáa nøktandi arbeiðsumstøður.
Á miðnámsskúlunum á Kambsdali eru tilsamans umleið 550 næmingar og umleið 70 starvsfólk.
Skúlarnir megna sum er ikki at bjóða næmingum og starvsfólkum nøktandi arbeiðsumstøður.
Næmingar og starvsfólk rúmast ikki á skúlunum, eins og verandi trongu hølisviðurskifti avmarka fjøltátni í undirvísingarhátti og í útboði av lærugreinum.”