Fríggjakvøldið, 26. okt. kl. 19:00 verður kvøldseta í Mentarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er triðja árið á rað, at hetta tiltak verður, sum hevur fingið gott orð á seg. Tað er nógv, sum kann sigast um seyðarakstur, fjallgongu, hagapartar, fletting, o. s. fr. Teir, ið koma at hava orðið,
eru:
Pól Annfinn Garðshorn, sigur frá um seyðahald í Elduvík.
Magnus Rasmussen, sigur frá um Lambalíð.
Árant Hansen, sigur frá um seyðahald í Norðagøtu.
Jákup Pauli Johannesen, sigur frá um staðarnøvn og rakstur í Skarðhaga.
Meðan sagt verður frá, verða myndir sýndar upp á veggin í tilknýtið til frásøgnina.
Í steðginum verður kaffi og te at fáa – drýlur og kjøtpylsa afturvið úr Heygabúðini í Klaksvík.
Atg. á 100 kr.