Eg rokni við, at tey flestu, ið bjóða seg fram til at sita í býráðnum í Fuglafirði komandi 4 árini, raðfesta høgt, at vit skulu betra um okkara skúla. Eg eri eisini ein av teimum.
Onkur kann kanska spyrja, um vit ikki langt síðani áttu at havt tikið hetta stigið. Tað kann møguliga vera, men tá ið tú situr har, sum avgerðirnar verða tiknar, mást tú alla tíðina viga fyri hesum og fyri hasum. Kommunan hevur sjálvandi avmarkaða fíggjarorku, og vit raðfestu at gera barnaansingarøkið liðugt fyrst. Og nú hava vit ikki minni enn tveir sera góðar barnagarðar og ein vælvirkandi frítíðarskúla. (t. e. barnaansing fyri børn úr 1. og 2. flokki eftir skúlatíð)
Men nú stendur skúlin fyri tørni. Stóri spurningurin er so, hvussu hetta mál eigur at loysast. Mín ætlan á hesum øki er at arbeiða fyri, at vit saman við Eysturkommunu fáa bygt eina framhaldsdeild á Kambsdali. Borgarstjórin hevur í grein sagt frá, at vit eru í positivum dialogi við grannakommununa um hetta. Mín vón skal vera, og øll mín orka skal verða løgd í, at vit náa á mál í hesi søk.
Eg siti sjálvur í bygginevnd fyri miðnámsskúlarnar á Kambsdali, har ætlanir longu komandi ár eru um rættiliga stórar útbyggingar. Í hesum sambandi hugsi eg, at vit áttu at farið í ein dialog við hesar miðnámsskúlar, soleiðis, at henda komandi felags framhaldsdeildin t. d. kundi fingið nýttu av teirra serhølum, og at teir so afturfyri fingu nyttu av hølum hjá okkum eftir tørvi. Tað stutta av tí langa er, at ein framhaldsdeild á Kambsdali ikki nýtist at gerast eitt gigantprojekt fyri okkara kommunukassa, um farið verður rætt fram.
Givið er, at um framhaldsdeildin flytur út á Kambsdal, verður mikið av plássi í gamla skúlanum inni í Fuglafirði. Ongin ivi skal vera um, at óðansæð hvat vit gera, so treingir hesin skúlin til stórar ábøtur og umbyggingar. Mín besta sannføring er, at rættast er at taka skúlan frá 1936 – tað er har, barnaskúlin nú er – niður og so byggja nýtt upp í staðin.
Tørvur er á skúlakøki, og tørvur er eisini á kantinu, har børnini kunnu eta sín matpakka – ella møguliga eisini kunnu keypa sær eina sunna máltíð. Skúlanum vantar eisini eina aulu. Hetta kundi møguliga onkursvegna verið samanbygt við eina kantinu. Børn við serligum tørvi hava heldur ikki góðar umstøður í skúlanum. Alt hetta gerst best við at byggja nýtt. Inni í hesum nýbygningi átti musikkskúlin so eisini at fingið rúmd.
Skúlin frá 1964 – tað er har, ið framhaldsdeildin nú húsast – krevur so eisini ábøtur og nakað av umbygging fyri at gerast ein tíðarhóskandi skúli við góðum skúlastovum – heimastovum – til okkara næmingar, sum ganga í barnaskúla.
Hetta ljóðar av nógvum – og tað er tað eisini, og hetta verður heilt vist ikki gjørt eftir einum degi. Men tíðin er komin, har vit eiga at seta okkum heilt greiðar og konkretar ætlanir í hesum álvarsmáli, – og síðani at loysa tað yvir nøkur ár.
Hetta fari eg at virka fyri, um eg verði valdur.
Eyðun á Lakjuni, valevni á lista B