Reint drekkivatn er ein menniskjarættur og ein sjálvfylgja í einum framkomnum samfelagi.
Um heystið er drekkivatnið ikki nóg reint á Kambsdali.
Reinsiverk má setast upp beinanvegin, so Kambsdalsbúgvar og onnur, ið búleikast har, fáa reint vatn.
Tá ið turkur og vatnmangul er, verður óreinsað vatn úr Skarðsá latið inn á vatnleiðingina í Fuglafirði.
Tá er partur av vatninum dálkað, sum fuglfirðingar drekka.
Eitt nýtt Býráð má og skal seta skikk á hesi viðurskifti beinanvegin.
Pengar skulu setast av og arbeiðið skal setast í gongd 2013.
Mentan
Fjálga um Mentanarlívið í bygdini – skapa og halda viðlíka teir karmar, ið longu eru og ikki minst arbeiða fram í móti
at útvega savnsrúm fyri gamla mentanrarvi okkara eins væl og teirri list, ið sprettir millum dugnaligu listafólk okkara.
X við Dánjal Vang
Fuglafjørður