(Myndartekstur: Fuglafjarðar býráð. Sigurð fremst í miðjuni.)
Tann 4. august varð fuglfirðingurin Sigurð Simonsen sjeyti ár, og honum so líkt – uttan nakað hóvasták. Eg kann ikki lata vera við at skriva nøkur orð um henda tignarliga og vitborna mann, ið við sínum lítillæti og spakføra og rættvísa lyndi er farin um tey sjeyti. Sum altíð ynskti hann, at lítið verður gjørt burtur úr sær, og soleiðis fór hesin dagur eisini.
Við toli, eyðmýkt og gudsótta hevur hann borið bæði góðar og ringar tíðir, og longu sum 14 ára gamal fór hann til skips. Hetta var ikki av grammleika, ella tí evnini ikki vóru til at fara lestrarvegin. Nei, hetta var neyðugt, tí fyritøkan hjá faðirinum, ið lat byggja Vón, fyrsta havgangandi skipið, bygt í Føroyum, var farin av knóranum, og skuldu foreldur og systkin ikki verða sett út, so mátti meira inntøka til, og hetta hepnaðist við eitt nú hjálp hansara.
Hóast lítla skúlagongd, men góða og holla undirvísing í lívsins skúla í andaligum sum í tímiligum høpi, heima og sum óviti millum menn á skipsdekki, megnaði hann at verða millum teir bestu, tá ið hann tók skipsføraraprógv.
Eftir eitt stutt tíðarskeið sum stýrimaður gjørdist hann skipari, og við gudsótta og hepnari hond, hevur hann sum skipari ikki bert fiskað væl og gingið nýggjar leiðir, men hevur eisini verið ein skipari, ið manningin altíð hevði stórt álit á. Sum Jørgin Petersen, sáli, plagdi at siga: ”Allir menn, ið hava siglt við Sigurði, siga, at hann er besti skipari, teir hava verið saman við”; men so legði hann speiskliga afturat: “Tað er bara tað, at hann er baptist”.
Fuglfirðingar kunnu av røttum vera ernir av, at tað var ein bygdarmaður teirra, ið lat byggja fyrsta havgangandi skip, og ikki minni, at tað eisini var ein fuglfirðingur, ið sum skipari á síðutrolaranum Leivur Øssurson saman við tvørámonnunum Signari Dam og Hera Mortensen legði grundarlagið undir svartkjaftavinnuni.
Av Leivi Øssursyni varð hann biðin um at koma umborð á Giljanes. Við ábyrgd av skipi og einari manning, ið taldi 62 blaðungar, ungar og tilkomnar menn prógvaði Sigurð, at tað ber til at fáa eina lønandi vinnu burtur úr svartkjafti. Seinni prógvaði hann, at tað ber til at góðska hesa vøru, ið nú er grundarlagið undir verkætlanum sum Norðborg. Tað er millum annað Sigurði og hansara monnum at takka, at vit í dag kunnu byggja á tað pelagiska grundarlagið, sum vit hava rundan um okkum.
Hann vildi tó royna aðrar leiðir og var skipari á norskum og grønlendskum trolarum, til hann aftan á meira enn tjúgu ár sum trolaraskipari varð noyddur at leggjast heima, ikki tí hann sjálvur vildi, men eins og tá ið hann fór til skips sum 14 ára gamal – tí at umstøðurnar noyddu hann til hetta. Hann valdi sum altíð at taka ábyrgd. Hann stóð á berum og noyddist at byrja frá botninum við at fáa tak yvir høvdið til sín og tey fýra børnini, ið hann so fyrimyndarliga hevur verið ein faðir fyri.
Sigurð var illa fyri fíggjarliga, men við góðari hjálp, eisini frá peningastovnum, eydnaðist tað honum at fáa tak yvir høvdið og pening, soleiðis at hann kundi byrja sum sjógvalari.
Hetta virksemi hepnaðist væl, men aftur vildi royna hann royna okkurt nýtt, og saman við fuglfirðingum og verkafeløgunum í bygdini keypti hann trolaran Roc Amadour, ið varð høvuðsumvældur við kei i Fuglafirði. Sjálv høvuðsmaskinan varð eisini skift undir hesum umstøðum, tí arbeiðið skuldi í størst møguligan mun verða í bygdini.
Skipið fór í vinnu, ikki í traditionellu vinnuna, men á búrfiskaveiðu, ið var púra ókent fyri okkum. Flestu av okkum ivaðust í, um hesir menn vóru við teirra fullu fimm, tí íløgurnar vóru stórar, men hetta var ein púra røtt avgerð, ið hevur verið til gagns fyri samfelag, skip og manning.
Eg havi her bert tikið okkurt úr rúgvuni um henda merkismann, men tað slepst ikki undan at nevna, at hetta er triðja skeiðið, hann hevur sitið sum borgarstjóri í Fuglafirði.
Fuglafjørður hevur fostrað ein trúgvan og frælslyntan son, ið elskar Fuglafjørð og fuglfirðingar.
Góði Sigurð, við hesari føðingardagsheilsan vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, og nógv og signað ár frameftir.
Heilsan
Ein vinur.