At Fuglafjarðar kommuna hevur verið ein sera vinnuvinarlig kommuna í fleiri áratíggju, er sjón fyri søgn. Vituligt er, at í einhvørjari verkætlan er kommunan ein týðandi partur, bæði sum byggimynduleiki og sum tann ið skapar fyritreytirna fyri lokalum vinnu- og búskaparvøksturi. At samstarvið millum kommunu og vinnu hevur eydnast væl, sæst eina best við at hyggja eftir hvat er komið burturúr.
Samlaði umsetningurin í 2011 hjá teimum 13 virkjunum á havnalagnum, ídnaðarøkinum á Kambsdali og á Hellunum, er meira enn 2 milliardir krónur.
Okkara grundleggjandi politikkur hevur verið, er , og fer at verða, at veita vinnuni so góðar umstøður og karmar sum gjørligt, so hon megnar at halda uppi eitt høgt livi- og vælferðarstøði fyri allar borgarar.
Alt hevur kortini ikki gingið sum eftir ánni. At vit enn einaferð mistu eitt uppisjóvarvirki á stokkinum, er sera harmuligt. Í seinnu helvt av 90inum høvdu vit eisini møguleikan, men orsaka av planeringsstøðgi frá kommununar síðu, glapp hesin møguleiki okkum av hondum og virkið endaði í Kollafirði í staðin.
Í fjør vár, skuldi síðsta hond leggjast á tær seinastu neyðugu fyrireikingarnar, til at byggja eitt møguligt uppisjóvarvirki á havnalagnum. Til tess skuldi ein 60 metur spunslkai gerðast ímillum Frystikaina og Oljukaina, fyri at soleiðis at skapa eitt størri uppland, ið virkið deilvís skuldi standa á. Hetta arbeiði varð mett at taka 4 mánaðar, treytað av at arbeiði kundi byrja sum skjótast og gerðast liðugt í summarhálvuni, áðrenn veturin kom.
Men, so uppstóðu tvørleikar í politiska landslagnum í kommununi, við so óhepnum seinkingum í kjalavørðinum, at arbeiðið uppá bryggjuna byrjaði ikki fyrr enn komið var út í Oktobur mánaða. Eftir at spunslveggurin tvær ferðir rapaði (orsaka av illveðrið) gjøgnum veturin, stóð bryggjan endaliga liðug í Juni 2012 – 8 mánaðar seinkað. Um somu tíð tók nýggja uppisjóvarvirkið á Tvøroyri ímóti fyrstu lastini av makreli.
Hinvegin er støðan nú hon, at alt er klárt til, at byggjast kan eitt uppisjóvarvirki á rúmshátta økinum á havnalagnum, hetta í morgin sum ein annan dag,
Eg eri sannførdur um, at tørvur er á einum uppisjóvarvirki afturat, nú svartkjaftakvotan alsamt økist, eins og føroyski parturin av sildakvotuni møguliga eisini fer at gerðast nakað størri. Harumframt hava vit eisini makrel- og lodnukvotur.
Verður rætt atborið frá kommununar síðu, eru sannlíkindini fyri, at eitt uppisjóvarvirki stendur á havnalagnum í komandi ári. Vinnulívsfólk, bæði úti og heima, vísa alsamt størri áhuga í teimum sera góðu umstøðum og møguleikunum, sum Fuglafjarðar Havn kann bjóða.
Góðu Fuglfirðingar! Ongin skal verða í iva um, at eg framhaldandi vil stríðast fyri, at eitt uppisjóvarvirki kemur til bygdina.
Vit á lista B eru til reiðar og gleða okkum til hesa avbjóðing.
Sigurð S. Simonsen – borgarstjóri