Larmur og roykur frá skipum

Nøkur skip larma illa og nógvur roykur kemur frá teimum.

Svøvnur og heilsa fer av lagi hjá fuglfirðingum.

Tí hevur Havnanevndin og Umhvørvisnevndin í Fuglafirði havt fund við Umhvørvisstovuna, og seinni skulu vit hava fund við

landsstýrismannin, og fáa teir til at gera regluverk fyri at steðga hesum óskili, ið fer fram í øllum havnum í Føroyum.

Bygdirnar mugu ikki avtoftast av larmi og royki.

 

Bátadráttur

Havnanevndin hevur samtykt at gera ein bátadrátt.

Nú verða kanningar gjørdar, og rokna vit við, at alt er klárt til várs.

 

Bátahylur

Bátahylurin má umskipast, so umstøðurnar gerast betri.

Brúgvarnar skulu leggjast við grótkastið, so bátarnir liggja tryggari.

Formurin verður sum ein hestaskógvur.

 

X við Dánjal Vang