Gera eina gongu- og súkklubreyt millum Kambsdal og Fuglafjørð.
Beinanvegin – fáa í lag fast busssamband millum Kambsdal og Fuglafjørð.
Nógvur kavi legst á Kambsdali, tí skal neyvari kavarudding til.
Gongugøturnar eru myrkar, seta upp gøtuljós.
Gera eina park á fríøkinum, við einari tjørn við einum hólmi.
Fyrireika arbeiðið og seta pening av – beinanvegin.
Ítróttarhøllin á Kambsdali
Nógvar umvælingar og nógvur peningur er brúktur ippá Høllina.
Fólk síggja tað, og fegnast um hetta.
Um 2-3 ár eru vit komin á mál við umvælingunum.
Tá fara vit undir at fyrireika eina nýggja Høll, tí tørvurin er alstórur.
Eg eri formaður í nevndini fyri Høllina, og tí gangi eg á odda í hesum arbeiði,
og alla tíðina fái eg fullan stuðul frá nevndini.
Dugni á Kambsdali
Dugni ger eitt megnar arbeiði á Kambsdali.
Tey geva fyritíðarpensionistum arbeiðstilboð, innihald í gerandisdegnum,
geva umsorgan og kærleika.
Ein dugnalig leiðsla og dugnalig starvsfólk gera eitt
arbeiði, sum ikki kann metast ov høgt.
Vit hava brúk fyri Dugna, og hava tey brúk fyri okkum,
so vilja vit rætta teimum systur- og bróðurhond.
Set X við Dánjal Vang, sum er arbeiðssamur, hevur evnini og førleikarnar at fremja tíni mál.