Í Fuglafirði er sanniliga gott at vera og vónandi verður tað enn betur. Tí tað kann gerast betur. Eftir valfundin, bleiv man lagdur undir at vera negativur, yvir fyri Fuglafirði. Sjálvur haldi eg at fundurin var sera sakligur.
Í Fuglafirði eru nógv ting at fara til og nógv arbeiðspláss eru eisini í bygdini. Tó eru tað nógv ting, sum kunnu gerast liðug, sum man er byrjaður uppá. Men vita vit borgarar hvat kommunan arbeiðir við? Nei, vit síggja ferð aftan á ferð at tað verur byrja upp á okkurt arbeiði (og tá finnur borgarin út av hvat hendir) og ofta blíva arbeiðini ikki gjørd liðug. Hetta kemst av, at sitandi býráð arbeiðir ikki í felag og tískil hava teir onga felags plan fyri hvat skal gerast.
Eg spyrji, hvar er tann skilagóði framtíðarplanurin hjá Fuglafjarðar Kommunu?
At halda, at Fuglafjørður er ein einastandandi bygd, tí man hevur ríka mentan, nógvan ítrótt at fara til, ríkan átrúnað og so framvegis, er ógvuliga naivt. Tað kann gott hjálpa, hjá tí einsatak borgarinum, at hava ymisk ting at fara til. Men eg og fleiri við mær sakna, at tey sum blíva vald at stýra Fuglafjarðar Kommunu, hava størri virðing fyri borgarunum, eru opin fyri hvat borgarin ynskir, at man vísir dirvi og at allir borgara blíva líka viðfarnir. Skal man ganga og gleðast í Fuglafirði, tá ið tað er púra klárt, at sitandi býráð ikki megnar hesa uppgávu.??
Vit á lista D hava ikki sitið í samgongu og tískil hava vit ikki so nógva rutinu, á tí økinum. Hvat er rutina? Sum eg skilti á einum skrivið eftir valfundin fríggjakvøldið, so er rutina, at man hevur sitið nógv ár í býráðnum, hevur høgan aldur, at man lovar alt møguligt upp undir eitt kommunuval, sum ein sjálvandi ikki kann halda. Og so skal man eisini duga at gera rossahandlar, tá ið man situr sum fólkavaldur í býráðnum.
Vit á lista D eru ikki negativ
Vit á lista D – arbeiða fyri teg
X við Árant B