Meðan Svøríki sparkaði bólt ímóti føroyingum í Gundadali, lótu tríggjar kvinnur upp eina listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði kl 17:00 Anno Domini 2012. Hetta var ein hátíðarløta av teimum heilt stóru, har bólturin rullaði í Gundadali og føroyingar lyftu bóltin í “fótbóltslistini” upp á eitt støði, har sviar kundu havt snávað. Tað var stórt spell, tí mær dámdi nógv betur leiklist føroyinga enn svia. Hetta var fótbóltur.
Men í Ribarhúsi stóðu tríggjar snøggar, listaligar kvinnur og tóku ímóti okkum, tá ið vit tóku í klinkuna og gomu á gátt . Hetta vóru Tita Vinter, Andrea Andreasen og Guðrið Poulsen. Eg havi ikki mín livandi dag sæð so viðkvæma og lívrunna list sum henda dag. Tað er ilt at tulka list. List er ein samruni millum tað sum ikki er, og tað, sum er.
Vit eru á veg út í rúmdina, tí verður tað so stravið hjá listafólkum at halda fast um hesa brúgv ella hesa rás, og verða tey, sum í samhaldsføstum, listaligum hópi vísa til sannleikan og vegin í hesari tulkin. Íslendski listamaðurin – Eliasson málar ísfjøllini reyð í Arktis. Fóru vit einar 60 km upp í rúmdina her við Føroya strendur, høvdu vit sæð henda lit. Listin verður annarleiðis, men hvussu hon kemur at taka seg út, er ilt at siga, men okkurt listafólk hevur fingið fatur í hesum dreymi, har byrtingarnar liva í litum í øðrvísi skapum og linjum, enn vit eru von við.
Ribarhús var bæði ein trappa upp á loftið, har dýnur og teppi lógu til reiðar til ta listaligu seingina , ein dreymamynd av álvum vovin , eitt forum og væl umhugsað installatión, sum minti nógv um listina hjá Kasmir Malevitc, Albrect Dürer og gamlari vevtøkni úr Kaukasus(Soumak- tøknin), sum tú kanst lesa um í bókini, Tita Vinther, ið er um hennara list. Eg veit ikki um vit kunna brúka orðið ein installatión, sum hetta bar brá av, ella ein viðkvæm kvinnuhond, sum setti heilakyknurnar á einum gomlum manni í røring.
Michael Kvium f. 1955 í Horsens.
Michael Kvium hevur í onkrum av sínum málningum málað mannaheilan uttaná, ta ið hann hevur málað fólk. Hetta er sera listaliga vitborið. Kanska er tað so, at vit øll á ein ella annan hátt ganga við heilanum uttaná – uttan at vita tað, serliga tá ið vit stunda til ellina – tey sjeyti, og vit brátt hava livað eitt heilt lív. Ja, so er myndin av tær staðfest í tínum umhvørvi. Heilaræsurnar hava myndað tín atburð í allar mátar, og hevur tú í hesum landi- úr bygd í bý- festi sum ein bygda- ella býarmynd. Ja, er hetta ikki vakurt.. tað er vakurleikin, sum frelsir okkum… og serliga eru tað listafólkini, ið bera sítt spjaldur í hesum listaliga vakurleika, ið siga,hvørji tey eru, og hvønn veg samfelagið ber.( Hetta er ov langt at koma inn á og krevur ein langan lestur)
Astrid Andreasen
Eg gekk at myndunum hjá Astrid og hugdi at hennara nálfínu linjum, sum í vallingum bar boð um eina kvinnuhond, sum var følin, nákvæm, kensluborin og mjúk í einum listaligari gongd, sum bar boð um reinar, litfagrar heilakyknur. Tær koma undan einum jørðildi skyldar við Albrect Dürer. Hann livdi frá 1471 til 1528. og er kendur fyri síni træskurðaprint, sum enn tann dag eru til skjals. Ja, tað er eisini at undrast yvir, at hesin renæssancu listamaðurin kundi flyta seg soleiðis í listini. Hann hevur havt nakrar serligar listaheilakyknur, ið hava reikað kring í heilanum og spruttkókað. Tað er ilt at skilja, at hann kundi gera so tættar, neyvar og nágreinligar skeringar. Tað er bara Várharra, ið veit um hetta at siga.
Ja, so er tað okkara Astrid Andreasen úr Vestmanna, ið leggur til brots við síni mikroskopisku landskenning í síni myndagerð. Linjurnar tosa sítt stumma mál, hóast tað, so verður alt til livandi myndandi list. Flaturnar fara sum streymur um flúrar og sker og smúgva sær millum dandandi tarabrýr í út – og innsúði. Ja, hetta er vakurt, innarligt, sum eitt klassiskt kamarorkestur við góðum, livandi strúkarum. Astrid er ein dugnalig listakvinna, tað boða verk hennara boð um. Hon kundi verið listaliga skyld við Albrecht Dürer, og tað haldi eg, hon kann vera stolt yvir.
Guðrið Poulsen
Guðrið hevur tikið í klinkuna í Ribarhúsi áður, og hevur hon eisini vitjað Fuglafjarðar skúla og kvøldskúlan í bygdini. Tað er ein frøi at verða saman við henni í skapandi løtum, tá ið leiðrið skal hava lív og anda. Hetta er fjálg og lívvovin list. Tað er eins og at síggja mánan tepra um fjallagreinarnar eitt vakurt heystkvøld kring Fuglafjørð, har skýbøklar leggja seg um skørð og tindar, júst sum leiðrið undan fingrasnippunum á Guðriðar hond. Hon kínir tí, letur tað í, eltir tað og gevur tí skap. Nú er tað ikki Albrect Dürer, sum pikkar uppá, nei, eitt heilt annað barn, sum Guðrið er góð við. Ja her átti tað arkitektoniska sína innrás í stórar leiðrkonstruktiónir, sum var sera áhugavert. Ein optisk verð lá niðri í holrúmum, ja, onkuntíð helt tú at optiski listamaðurin, Kasimir Malevitch (1879-1935), russiskur listamaður, hevði verið inni á gólvinum í Sjúrðagøtu 16. Hansara fýrkantar, sirklar og onnur skap við vórðu sett niður í hesi leirhús, sum stóðu á gólvinum í Ribarhúsi. Her hevði nýmótans arkitekturur og eldri arkitekturur bygt sær reiður innanveggja í hesum fjálgu húsagrundum. Hetta var bara so framkomið í mínari verð, at hesi skap áttu pláss í einari lítlari, fittari leirglasstovu. Hetta var ein sera góð yrking, sum sprongdi allar veggir og gyrðingar í listaligum ráki. Guðrið er filosofisk og hennara filosofiska sinni, leiðir hana niðan eftir Heygsbreyt, út eftir Landavegnum og upp á Kirkjubøreynið, har mánin eisini teprar og spinnur eitt gott keramiskt lag fyri hesari listakvinnu til fragd og gleði fyr onnur.
Tita Vinther
Tað sást týðiliga á øllum brøgdum, hvussu nærlagdar hesar tríggjar kvinnurnar vóru. At tað vóru kvinnuhendur, sum áttu dagin og løtuna her, var eingin ivi um. Vit menn kanska breggja okkum ov nógv til tíðir og eru kanska eisini eitt sindur sjálvsøknir, meðan kvinnan við sínum stilla sinni og verumáta førir seg fram á ein heldur skynsamari hátt enn vit. Stillfør, umhugsin og dugir væl at seta seg í viðurskifti hjá øðrum, lívga, lyfta og lætta um, so lívsins spunatráður eisini røkkur til teirra, sum treingja til eina hond.
Tita heldur seg til tráðin, tógvið, hárið, kopartráðin og taglið (ytstu hárini á heysta- og kúgvahala), og er á tí rondini, har kvinnuhondin hevur virkað í øldir – seymað, bundið, vevað, heklað, knýtt, riðað o. s. fr. Hennara hond fer inn í ein heim, har evnið er úr natúrligari góðsku. Tita er fjalin, sigur ikki nógv, men hennara kynstur ber boð um eitt fjøltáttað listafólk, sum fer djúpt inn í hesa tøkni, sum skal til fyri at fáa hesi frumevni til at liva saman í verkum hennara. T. d. fer hon í skulpturinum “ Taraskógvur” 1985 inn í Soumi vevtøknina uppkallað eftir gamla býnum Shemakja í Azerbaijan. Ja, her er nógv at heinta, og røkkur hetta ikki til í hesi grein, men ríkur er tann, sum flytir skap, tøkni og listaligan rennisúð í føroyska “frumlist”.
Næstan øll fólkasløg í hesum heimi hava tikið hetta kynstur til sín í búnum, teppum og klædnapløggum. Mangan undrast vit yvir hvussu litfagrir t. d. fólkabúnarnir kunnu vera og ikki at tala um t. d. tey persisku teppini, har hárfín knýti liva sítt sæla lív í torskildum mynstri, sum er ein frøi fyri eygað at sjá.
Listaverkini hjá Titu hingu á vegginum og uppi undir bitunum í Ribarhúsi. Hesi børn hennara hugdu at tær við droymandi, skaldakendum eygum úr einari óspiltari, kosmiskari hugaverð, sum er listaheimur hennara í dýrd og mæti. Ja, hetta var hugtakandi, livandi og samfingið kynstur, sum fá duga. Ein floymur av mysntrum komu til eygað og løgdu seg stillisliga til hvíldar millum ræsur í heilanum, eins og hjá Kvium.
Endi
Hetta var ein góð uppliving og kundi framsýningin eisini fatast sum ein installatión, har gróðrarbotnurin lá í uppsetingini, sum ein frumgróður innanveggja í Ribarhúsi. Ja, tú kundi skoða hesi verk frá síðuni, á gólvinum, á vegginum, uppi undir loftinum og uppliva framsýningina í løgum. Hetta minti meg á, tá ið eg sum ungur arbeiddi í Piddasahandli veturin 1961/62 og bar “inn á Ribarhús” mjølsekkir, eplasekkir, súreplakassar, eggjakassar, blikk, eskir av ymsum slag o.s.fr. og legði og setti hetta á gólv, hillar og fram við veggin eins og ein gróðrarrík installering. Alt hevði sítt fasta pláss. Eingin droymdi um, at Guðrið Poulsen, Astrid Andreasen og Tita Vinther skuldu koma higar 50 ár seinri og fylla hetta tóma, kosmiska rúmið við so fagrari list. Hetta var ein dreymasjón í orðsins rætta týdningi av teimum frægu, sum fer at liva í sinninum altnar dagar mínar. Heilarnir á hesum kvinnum sótu væl og tosaðu sítt kosmiska, listakenda mál væl saman, og einki fall av hesum heilaspuna, og hetta var gott.
Frits