Fuglafjarðar býráð hevur á fundi tann 29. november 2012 einmælt samtykt fíggjarætlan kommununar fyri 2013. Í hesum sambandi skal verða upplýst, at barnafrádrátturin er hækkaður við kr. 500,00 úr kr. 4.500,00 upp í kr. 5.000,00. Sostatt er barnafrádrátturin hækkaður við kr. 1.000,00 yvir fíggjarárini 2012 og 2013.
Somuleiðis varð samtykt, at vøggustovugjald verður lækkað við kr. 380,00 um mánaðan úr kr. 2.580,00 niður í kr. 2.200,00, barnagarðsgjald við kr. 100,00 úr kr. 1.800,00 niður í kr. 1.700,00. Gjald fyri børn í Frítíðarskúlanum verður sama sum higartil kr. 650,00 um mánaðan. Somuleiðis er avgerð tikin um, at 3. barnið verður bíligast, og koma foreldur einki at gjalda fyri hetta ansingarpláss.